Sálmarnir 72
72
Av Sálomoni
1Guð, veit konginum dómar tínar, kongasyninum rættvísi tína, 2at hann títt fólk kann døma av rættum, armingar tínar við sáma! 3Tá munnu fjøllini bera fólkinum eydnu, og heyggjarnir rættferð. 4Hann fyri fólksins armingum syrgir, hann fátækum hjálpir, valdsmenn týnir. 5Tá man hann liva so leingi, sum sólin sær, og mánin lýsir ætt eftir ætt. 6Hann man falla sum døgg á grasið, sum æl, ið jørðina væta. 7Á døgum hans man rættferð blóma, og vælferð vaksa yvir alt mál. 8Og hann man ráða frá havi at havi, frá Ánni at jarðarinnar marki. 9Fyri fótum hans munnu hans fíggindar níga, og hans mótstøðumenn sleikja dustið. 10Kongar frá Tarsis og fjarløgdum strondum munnu gávur honum bera. Kongar av Sába og kongar av Sjeba munnu skattir gjalda; 11og allir kongar fyri honum níga, øll fólkasløg honum tæna. 12Tí at hann bjargar tí fátæka, ið rópar eftir hjálp, arminganum og honum, ið ongan góðan hevur. 13Hann eymkar tey vesælu og veiku og hjálpir fátækra sálum. 14Hann sálum teirra bjargar frá valdi og meini, blóð teirra dýrt er í eygum hans. 15Tí munnu tey í heilum biðja fyri honum, hvønn ein dag hann vælsigna. 16Tá man um landið og fjallanna tindar vera nøgd av korni, øksini súsa sum Libanons skógir; og fólkið í staðinum nørist sum á markini grasið. 17Hann vælsignaður verður allar ævir; alt meðan sólin er til, man navn hans standa. Øll fólkasløg munnu seg signa í honum, allar ættir munnu hann sælan prísa. 18Lovaður veri Harrin, Guð, Ísraels Guð, ið undurverk ger eina! 19Lovað veri hans dýra navn allar ævir, av dýrd hans veri allur heimurin fullur! Amen, amen!
20Bønir Dávids, Ísai sonar, eru á enda.
Currently Selected:
Sálmarnir 72: FB
Highlight
Share
Copy

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society