Sálmarnir 28
28
1Av Dávidi. Til tín eg rópi, Harri, klettur mín, vend tær ei tigandi frá mær, at eg ei við tíni tøgn verði teimum líkur, ið sukku niður í grøv. 2Hoyr mína bønligu reyst, tá ið eg rópi til tín, tá ið eg hendur mínar hevji móti halgidómi tínum! 3Rykk meg ei við gudleysum burtur, saman við illgerðarmonnum, ið blídliga mæla við næsta sín, men hava ilt í huga! 4Lat teir fáa eftir verkum teirra, eftir illskapinum í teirra gerðum; gev teimum eftir teirra handa dáð, løn teimum gerningar teirra! 5Tí teir geva ei gætur eftir Harrans dáð, ei heldur hans handa verkum. Hann bróti teir niður, og byggi teir ikki upp –! 6Lovaður veri Harrin, at hann hevur hoyrt mína bønligu reyst! 7Harrin er mín styrki og mín skjøldur, hjarta mítt leit á hann, og eg fekk hjálp; tí frøist mítt hjarta, og við mínum songi eg honum lovi. 8Harrin sínum fólki er vernd, sínum salvaða frelsunnar borg. Varða tú fólk títt og signa tína ogn, røkta tey og ber tey allar ævir!
Currently Selected:
Sálmarnir 28: FB
Highlight
Share
Copy

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society