Sálmarnir 26
26
1Av Dávidi. Veit mær rætt, Harri, tí í sakloysi mínum eg fari fram, á Harran eg líti uttan at vikast. 2Royn meg, Harri, og rannsaka meg, kanna míni nýru og hjarta mítt. 3Tí náði tín er mær fyri eygum, í trúfesti tíni eg gangi. 4Eg ei millum lygnara sessist, eg svikara millum ei ferðist; 5vándra manna fund eg hati, blant gudleysar eg ei havi sæti. 6Eg hendur mínar í reinleika tvái, at eg má reika um altar títt, Harri, 7til tess at lata lovsongin ljóða og boða um allar undurgerðir tínar. 8Harri, skýlið í tínum húsi eg elski, tann stað, har sum hátign tín býr! 9Rykk ikki sál mína við syndarum burt, lív mítt við blóðsekum monnum, 10hvørjum í hondum er níðingsverk, høgra hondin av mutri er full. 11Men eg í sakloysi mínum man ganga, bjarga mær og meg náða! 12Mín fótur stendur á slættum, í samkomum eg vil tær lova, Harri.
Currently Selected:
Sálmarnir 26: FB
Highlight
Share
Copy

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society