YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Markus 10

10
Jesus talar um hjúnalag og hjúnalagsskilnað
1Og hann fór avstað haðani og kemur í bygdirnar í Júdeu og bygdarløgini hinumegin Jórdan; og aftur flokkast mannamúgvur um hann, og sum hann var vanur, lærdi hann tey aftur. 2Og Fariseararnir komu og spurdu hann fyri at freista hann: «Er tað manni loyviligt at skiljast við konu sína?» 3Men hann svaraði teimum og segði: «Hvat hevur Móses boðið tykkum?» 4Men teir søgdu: «Móses gav loyvi at skriva skilnaðarbræv og skiljast við hana.» 5Men Jesus segði við teir: «Vegna hjartans harðleika tykkara skrivaði hann tykkum hetta boðið; 6men frá upphavi skapanarinnar skapaði hann tey kall og konu. 7Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni, [og halda seg til konu sína,] 8og tey bæði skulu verða eitt hold. So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. 9Tað, sum Guð tí hevur saman komið, má maður ikki sundur skilja.» 10Og heima við hús spurdu lærusveinar hansara hann aftur um hetta. 11Og hann sigur við teir: «Tann, ið skilst við konu sína og giftist við eini aðrari, hann ger seg sekan í hori móti henni; 12og um hon skilst við mann sín og giftist við einum øðrum, tá drívur hon hor.
Jesus vælsignar smábørnini
13Og tey bóru smá børn til hansara, at hann skuldi nema við tey; men lærusveinarnir høvdu at teimum, sum bóru tey. 14Men tá ið Jesus sá hetta, varð hann vreiður og segði við teir: «Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til. 15Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur við Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.» 16Og hann tók tey í favn og legði hendurnar á tey og vælsignaði tey.
Hin ríki maðurin
17Og tá ið hann var komin út á vegin, kom ein rennandi og fell á knæ fyri honum og spurdi hann: «Góði meistari, hvat eigi eg at gera, at eg kann arva ævigt lív?» 18Men Jesus segði við hann: «Hví kallar tú meg góðan? Eingin er góður, uttan ein, tað er Guð. 19Boðini veitst tú: Tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; tú mást ikki svíkja; æra faðir tín og móður tína.» 20Men hann segði við hann: «Meistari, alt hetta havi eg hildið frá barnaárum mínum.» 21Men Jesus hugdi upp á hann og fekk yndi til hansara og segði við hann: «Eitt vantar tær: Far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!» 22Men hann varð dapur í huga av hesum orði og fór syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn. 23Og Jesus leit seg íkring og sigur við lærusveinar sínar: «Hvør torført er tað hjá teimum, sum eiga ríkidømi, at koma inn í Guðs ríki!» 24Men ræðsla kom á lærusveinarnar av orðum hansara. Men Jesus tók aftur til orða og sigur við teir: «Børn míni, hvør torført er tað [hjá teimum, ið seta álit sítt á ríkidømi] at koma inn í Guðs ríki! 25Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga, enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki!» 26Men teir vórðu ógvuliga óttafullir og søgdu hvør við annan: «Hvør kann tá verða frelstur?» 27Jesus hugdi upp á teir og sigur: «Hjá monnum er tað ógjørligt, men ikki hjá Guði; tí at alt er gjørligt hjá Guði.»
Lønin
28Pætur tók til orða og segði við hann: «Sí, vit hava yvirgivið alt og fylgt tær.» 29Jesus segði: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tann er eingin, sum er farin frá húsi ella brøðrum ella systrum ella móður ella faðir ella børnum ella jørðum fyri mína skuld og gleðiboðskaparins skuld, 30uttan at hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíð bæði hús og brøður og systrar og møður og børn og jarðir, ásamt atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív. 31Men mangir, ið eru fyrstir, skulu verða síðstir, og síðstir fyrstir.»
Jesus talar á 3. sinni um líðing sína
32Men teir vóru á ferðini niðan til Jerúsalem, og Jesus gekk undan teimum, og teir vóru óttafullir; men tey, ið fylgdust við, vóru bangin. Og hann tók aftur til sín teir tólv og fór at siga teimum tað, sum skuldi verða honum fyri: 33«Sí, vit eru á gongd niðan til Jerúsalem; og menniskjusonurin skal verða givin upp til høvuðsprestarnar og hinar skriftlærdu, og teir skulu døma hann til deyða, og geva hann upp í heidna manna hendur; 34og teir skulu spotta hann og spýta á hann og húðfleingja hann og drepa hann, og tríggjar dagar aftaná skal hann rísa upp.»
Synir Sebedeusar biðja um heiðurssessir
35Og Jákup og Jóhannes, synir Sebedeusar, fara fram til hansara og siga við hann: «Meistari, vit ynskja, at tú vilt gera okkum ta bøn, sum vit biðja teg um.» 36Men hann segði við teir: «Hvat vilja tit, at eg skal gera tykkum?» 37Men teir søgdu við hann: «Veit okkum, at vit mega sleppa at sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í dýrd tíni!» 38Men Jesus segði við teir: «Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg tømi, ella verða doyptir við tí dópi, sum eg verði doyptur við?» 39Men teir søgdu við hann: «Tað kunnu vit.» Men Jesus segði við teir: «Ta skál, sum eg tømi, skulu tit tøma, og tí dópi, sum eg verði doyptur við, skulu tit verða doyptir við; 40men at sita við høgru ella vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at veita nøkrum; men tað verður veitt teimum, sum tað er lagað.» 41Og tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, tóku teir at ilskast inn á Jákup og Jóhannes. 42Og Jesus rópaði teir til sín og sigur við teir: «Tit vita, at teir, ið hildnir verða høvdingar yvir fólkaflokkum, eiga vald á teimum, og stórmenn teirra hava á teimum ráð. 43Men soleiðis er ikki hjá tykkum; men tann, ið vil verða stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara; 44og tann, ið vil verða fremstur av tykkum, hann skal vera trælur hjá øllum. 45Tí at menniskjusonurin er ikki heldur komin fyri at verða tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.»
Hin blindi Bartimeus
46Og teir koma til Jeriko. Og tá ið hann fór út úr Jeriko og lærusveinar hansara og ein stór mannfjøld við, sat Bartimeus, sonur Timeusar, ein blindur biddari, har við vegin. 47Og tá ið hann hoyrdi, at tað var Jesus úr Nasaret, fór hann at rópa og siga: «Jesus, Dávids sonur, miskunna mær!» 48Og mong høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði hvaðna harðari: «Dávids sonur, miskunna mær!» 49Og Jesus steðgaði og segði: «Rópið hann higar!» Og tey rópa hin blinda og siga við hann: «Hav gott treyst, reis teg upp, hann rópar teg!» 50Men hann kastaði kappan av sær, sprakk á føtur og kom til Jesus. 51Og Jesus tók til orða og segði við hann: «Hvat vilt tú, at eg skal gera tær?» Men hin blindi segði við hann: «Rabbuni, at eg má fáa sjón mína aftur!» 52Men Jesus segði við hann: «Far tú avstað, trúgv tín hevur frelst teg!» Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum á leið.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in