YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Lukas 9

9
Jesus sendir út teir tólv
1Men hann rópaði teir tólv saman og gav teimum mátt og vald á øllum illum andum og at grøða sjúkur. 2Og hann sendi teir út at prædika Guðs ríki og at grøða sjúk. 3Og hann segði við teir: «Takið einki við á ferðini, hvørki stav ella klæðsekk ella breyð ella pengar, ikki heldur skulu tit hava tveir kyrtlar. 4Og í hvørjum húsum, sum tit koma inn í, har skulu tit verða og haðani skulu tit halda ferðini avstað aftur. 5Og har sum tey ikki vilja taka móti tykkum, haðani skulu tit fara burtur úr teirri bygdini og rista dustið burtur undan fótum tykkara til vitnisburðar móti teimum.» 6Men teir fóru avstað og ferðaðust úr bygd í bygd og bóru gleðiboðskapin og grøddu allar staðir.
Heródes vil síggja Jesus
7Men Heródes, fjórðingshøvdingin, fekk at frætta alt hetta, ið hendi; og hann var í døpurhuga, av tí at summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá deyðum, 8og summi, at Elia var komin til sjóndar; upp aftur onnur, at ein av hinum gomlu profetunum, ið fyrr vóru, var risin upp. 9Men Heródes segði: «Jóhannes havi eg latið hálshøgga; men hvør er hesin, sum eg hoyri sovorðin tíðindi um?» Og hann royndi at fáa at síggja hann.
Jesus mettar 5000
10Og tá ið ápostlarnir komu aftur, søgdu teir honum frá, hvørji stórverk teir høvdu gjørt; og hann tók teir við sær og fór avstað einsæris burtur til eina bygd, ið kallast Betsajda. 11Men tá ið mannamúgvurnar fingu tað at vita, fóru tær aftan á hann; og hann tók ímóti teimum og talaði til teirra um Guðs ríki og grøddi tey, sum trongdu til heilsubótar. 12Men dagurin tók at halla; og teir tólv komu til hansara og søgdu við hann: «Lat mannamúgvuna fara avstað, at tey kunnu fara til bygdirnar og garðarnar her í nánd og fáa sær innivist og finna sær okkurt til matna, tí at her eru vit á einum oydnum staði.» 13Men hann segði við teir: «Gevið tit teimum at eta!» Men teir søgdu: «Vit hava ikki meira enn fimm breyð og tveir fiskar, uttan so er, at vit fara at keypa mat til alt hetta fólkið.» 14Men tey vóru okkurt um fimm túsund fólk. Men hann segði við lærusveinar sínar: «Latið tey setast niður í flokkum, fimmti í hvørjum!» 15Og teir so gjørdu og lótu øll setast niður. 16Men hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar, leit upp til himmals og vælsignaði tey og breyt tey sundur, og hann fekk lærusveinunum tey at bera mannamúgvuni. 17Og tey ótu og vórðu øll mett; og tað, sum tey leivdu av molum, varð hentað upp, tólv fullar tægur.
Kristusjáttan Pæturs; Jesus boðar líðing sína á fyrsta sinni
18Og tað hendi, meðan hann var einsamallur og helt bøn, at lærusveinar hansara vóru hjá honum, og hann spurdi teir og segði: «Hvønn siga fólk meg vera?» 19Men teir svaraðu og søgdu: «Jóhannes doyparan; summi: Elia; og summi, at ein av hinum gomlu profetunum, ið fyrr vóru, er risin upp.» 20Men hann segði við teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Tá svaraði Pætur og segði: «Guðs Kristus.» 21Men hann legði teimum ríkan við ikki at siga hetta fyri nøkrum, 22og segði: «Menniskjusonurin eigur at líða mangt og verða útskotin av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða tikin av døgum og at rísa upp á triðja degi.»
Jesus talar um at fylgja sær
23Og hann segði við øll: «Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær. 24Tí at hvør tann, sum vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men hvør tann, sum missir lív sítt fyri mínar sakir, hann skal bjarga tí. 25Tí at hvat gagnar tað manni at hava vunnið allan heimin, men hava mist sjálvan seg ella bøtt afturfyri við sjálvum sær? 26Tí at hvør tann, sum skammast við meg og orð míni, hann skal menniskjusonurin skammast við, tá ið hann kemur í dýrd síni og faðirsins og heilaga einglanna. 27Men av sonnum sigi eg tykkum: Nøkur av teimum, sum her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja Guðs ríki.»
Jesus umbroytist á fjallinum
28Men tað bar so á okkurt um átta dagar eftir hesa røðu, at tá tók hann Pætur og Jóhannes og Jákup við sær og fór niðan á eitt fjall at halda bøn. 29Og tað hendi í tí hann bað, at yvirbragdið í andliti hansara varð øðrvísi, og klæði hansara vórðu skínandi hvít. 30Og sí, tveir menn vóru í talu við hann, og tað vóru Móses og Elia; 31teir sýndu seg í dýrd og talaðu um burturferð hansara, sum hann skuldi fullføra í Jerúsalem. 32Men Pætur og felagar hansara vóru avkomnir í svøvni; men tá ið teir vórðu klárvaknir, sóu teir dýrd hansara og teir báðar menninar, sum stóðu hjá honum. 33Og í tí teir skuldu skiljast frá honum, tá segði Pætur við Jesus: «Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina!» – tí at hann visti ikki, hvat hann segði. 34Men meðan hann hevði hetta á máli, kom eitt skýggj og skuggaði yvir teimum; og teir vórðu ræddir, tá ið teir komu inn í skýggið. 35Og ein rødd kom út úr skýnum og mælti: «Hesin er sonur mín, hin útvaldi, lýðið á hann!» 36Men tá ið røddin kom, var Jesus einsamallur. Og teir tagdu, og í teimum døgunum søgdu teir ongum frá nøkrum av tí, sum teir høvdu sæð.
Ein drongur við illum anda
37Men tað hendi dagin eftir, tá ið teir vóru komnir oman av fjallinum, at ein stór mannfjøld kom ímóti honum. 38Og sí, ein maður úr fjøldini rópaði og segði: «Meistari, tað biði eg teg, hygg mær til son mín, tí at hann er einasta barn mítt! 39Og sí, ein andi tekur hann, og í stundini nístir hann, og hann skræðir í hann, so at froðan veður um munnin á honum, og tað er nóg illa, at hann sleppir honum, sum hann pínir hann. 40Og eg bað lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki mentir.» 41Men Jesus svaraði og segði: «O, tú vantrúna og rangvørga slekt! Hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum og tola tykkum? Kom higar við syni tínum!» 42Men enn meðan hann gekk hagar, reiv og sleit hin illi andin ræðuliga í hann. Men Jesus hótti at hinum óreina andanum og grøddi drongin og gav faðir hansara hann aftur. 43Men tey stóðu øll heilt bilsin av hátign Guðs. Men meðan øll undraðust á alt tað, sum hann gjørdi, segði hann við lærusveinar sínar:
Jesus boðar líðing sína á øðrum sinni
44«Leggið tykkum hesi orð í oyruni: Menniskjusonurin fer at verða givin upp í mannahendur!» 45Men teir skildu ikki hetta orðið, og tað var dult fyri teimum, so at teir ikki fataðu tað; og teir firnaðust fyri at spyrja hann um hetta orðið.
Hvør størstur er
46Men tann hugsan kom upp ímillum teirra, hvør teirra mundi vera størstur. 47Men tá ið Jesus sá hjartans hugsan teirra, tók hann eitt lítið barn og setti tað hjá sær, 48og segði við teir: «Hvør tann, sum tekur ímóti hesum barni í navni mínum, hann tekur ímóti mær; og hvør tann, sum tekur ímóti mær, hann tekur ímóti honum, sum sendi meg; tí at tann, sum minstur er av tykkum øllum, hann er stórur.»
Ein fremmandur rekur út illan anda
49Men Jóhannes tók til orða og segði: «Meistari, vit sóu ein mann reka út illar andar í navni tínum, og vit forbjóðaðu honum tað, tí at hann ikki er í fylgi við okkum.» 50Men Jesus segði við hann: «Forbjóðið tað ikki, tí at tann, sum ikki er ímóti tykkum, hann er við tykkum.»
Sámáriubúgvar óblíðir
51Men tá ið tað leið at teirri tíðini, at hann skuldi verða upptikin, tá vendi hann andliti sínum móti Jerúsalem og ætlaði sær hagar. 52Og hann sendi menn út við boðum undan sær. Og teir fóru avstað og komu í eina bygd hjá Sámáriubúgvum fyri at fáa honum innivist. 53Men teir tóku ikki ímóti honum, av tí at hann var á ferð til Jerúsalem. 54Men tá ið Jákup og Jóhannes, lærusveinar hansara, sóu tað, søgdu teir: «Harri, vilt tú, at vit skulu bjóða, at eldur skal falla niður av himni og týna teir (eins og Elia gjørdi)?» 55Men hann vendi sær á og hevði at teimum (og segði: «Tit vita ikki, av hvørjum anda tit eru. Tí at menniskjusonurin er ikki komin at týna mannasálir, men at bjarga teimum.») 56Og teir fóru í eina aðra bygd.
Vilkor lærusveina hans
57Og meðan teir komu ferðandi fram á leið, segði nakar við hann: «Eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.» 58Og Jesus segði við hann: «Revar eiga holur og himmalsins fuglar reiður; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.» 59Men hann segði við ein annan: «Fylg mær!» Men hesin segði: «Harri, lova mær fyrst at fara og jarða faðir mín.» 60Men hann segði við hann: «Lat hini deyðu jarða síni deyðu; men far tú og boða Guðs ríki!» 61Men eisini ein annar segði: «Eg vil fylgja tær, Harri, men lova mær fyrst at heilsa teimum heima við hús hjá mær!» 62Men Jesus segði við hann: «Eingin, sum leggur hondina á plógvið og lítur aftur um seg, hóskar til Guðs ríki.»

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in