YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Lukas 21

21
Hin fátæka einkjan
1Men tá ið hann hugdi upp, sá hann rík leggja gávur sínar í tempulkistuna; 2og hann sá eina fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í. 3Og hann segði: «Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan legði meira í enn øll hini; 4tí at hesi øll hava lagt niður fyri til gávurnar av tí, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti at bjarga lívinum við.»
Jesus boðar oyðing Jerúsalems og afturkomu sína
5Og tá ið nakrir søgdu um halgidómin, at hann var prýddur við vøkrum steinum og vígdum gávum, segði hann: 6«Hetta, sum tit síggja – teir dagar skulu koma, tá ið her ikki skal liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.» 7Men teir spurdu hann og søgdu: «Meistari, nær man hetta fara at verða, og hvat er tekinið, tá ið hetta fer at henda?» 8Men hann segði: «Varið tykkum, at tit ikki verða leiddir villir; tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Tað eri eg» og «tíðin er í nánd.» Men fylgið teimum ikki! 9Men tá ið tit hoyra um bardagar og uppreist, tá óttist ikki; tí at hetta má henda fyrst, men endin er ikki tá við tað sama.» 10Tá segði hann við teir: «Fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki og ríki móti ríki; 11og stórir landskjálvtar skulu verða og á ymsum støðum hungur og drepsóttir; og øgiligir tilburðir skulu verða og mikil tekin av himni. 12Men undan øllum hesum skulu tey leggja hendur á tykkum og forfylgja tykkum og geva tykkum upp í samkomuhús og fangahús og draga tykkum inn fyri kongar og landshøvdingar fyri navns míns skuld. 13Hetta skal koma at verða tykkum til vitnisburðar. 14Leggið tykkum tí tað í huga, at tykkum ikki frammanundan nýtist at hugsa um, hvussu tit skulu svara fyri tykkum. 15Tí at eg vil geva tykkum munn og vísdóm, sum allir mótstøðumenn tykkara ikki skulu vera mentir at standa ímóti ella mótmæla. 16Men tit skulu verða sviknir eisini av foreldrum og brøðrum og frændum og vinum, og summum av tykkum skulu tey veita bana; 17og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir. 18Men ikki skal tó hár á høvdi tykkara skalast. 19Við áhaldni tykkara skulu tit vinna sálir tykkara. 20Men tá ið tit síggja Jerúsalem umringað av herliðum, tá vitið, at tess oyðing er í nánd. 21Tá flýggi tey, sum eru í Júdeu, til fjals, og tey, sum eru inni í staðinum, rými út, og tey, sum eru úti á markini, vendi ikki inn aftur í staðin. 22Tí at hetta eru revsingardagar, tá ið alt skal ganga út, sum skrivað er. 23Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! Tí at stór neyð skal tá verða í landinum og vreiði yvir hesum fólki. 24Og tey skulu falla fyri svørðseggjum og hertikin verða førd burtur til øll heiðin fólk; og Jerúsalem skal verða undirtraðkað av heidningum, inntil heidninganna tíðir eru lidnar. 25Og tað skulu verða tekin í sól og mána og stjørnum, og á foldini munnu tjóðflokkar kvíða í ráðloysi, tí at hav og sjógvar bróta, 26meðan menn ørmaktast av ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið; tí at skakast skulu himmalsins kreftur. 27Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd. 28Men tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast.» 29Og hann segði teimum eitt líknilsi: «Hyggið at fikutræinum og øllum trøum; 30tá ið tit síggja, at tey fara at spretta, tá skilja tit av tykkum sjálvum, at summarið nú er í nánd. 31Á sama hátt skulu tit eisini vita, tá ið tit síggja hetta henda, at Guðs ríki er í nánd. 32Sanniliga sigi eg tykkum: henda slekt skal als ikki forganga, áðrenn alt samalt er hent. 33Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga. 34Men verið varnir, at hjørtu tykkara ikki skulu verða tyngd av svirri og drykkjuskapi og sút fyri hesum lívi, so at tann dagurin kemur dáttliga á tykkum sum ein snara; 35tí at koma skal hann á øll tey, sum búgva um allan jarðarkring. 36Vakið tí á hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at standast fyri menniskjusoninum!» 37Um dagarnar lærdi hann í halgidóminum, men um næturnar fór hann út og hevði tilhald á tí fjallinum, sum kallast Oljufjallið. 38Og alt fólkið kom tíðliga á morgni til hansara í halgidóminum til at lýða á hann.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in