YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Lukas 1

1
Formæli
1Av teirri grund at mangir hava tikið sær fyri at seta saman eina frásøgn um tær hendingar, sum hava tilborist hjá okkum, 2soleiðis sum teir, sum í fyrstuni vóru eygnavitni og síðan gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum, 3so havi eg eisini sett mær fyri, eftir at eg havi rannsakað alt gjølla frá upphavi, at skriva um tað, hvørt aftan á annað, til tín, hávirdi Teofilus, 4til tess at tú kanst vera førur fyri at kanna um, hvussu álítandi tann frágreiðingin er, sum tú hevur hoyrt sagda.
Eingil boðar føðing Jóhannesar doyparans
5Á døgum Heródesar, Júdeukongs, var ein prestur, at navni nevndur Sakarias, av Ábias skifti; og hann hevði konu av døtrum Árons, og var navn hennara Elisabet. 6Men tey vóru bæði rættvís fyri Guði og livdu rættiliga eftir øllum boðum og fyriskipanum Harrans. 7Og tey áttu einki barn, av tí at Elisabet var ein ófrukt, og bæði vóru tey komin væl til aldurs. 8Men tað bar so á, meðan hann gjørdi prestatænastu fyri Guði eftir skipanini fyri skifti sínum, 9at tað líknaðist honum, soleiðis sum siðurin var í prestatænastuni, at fara inn í Harrans tempul og bera fram roykilsisoffur. 10Og øll mannfjøldin stóð fyri uttan og helt bøn í teirri stund, meðan roykilsisoffurið varð ofrað. 11Men ein eingil Harrans sýndist fyri honum, standandi høgrumegin við roykilsisaltarið. 12Og Sakariasi varð dátt við, tá ið hann sá hann, og ræðsla kom á hann; 13men eingilin segði við hann: «Óttast ikki, Sakarias, tí at bøn tín er hoyrd, og Elisabet, kona tín, skal føða tær ein son, og tú skalt lata hann eita Jóhannes. 14Og tær skal gleði og fagnaður verða fyri, og mangir skulu fegnast um føðing hansara; 15tí at hann skal verða mikil fyri eygum Harrans. Og vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og alt frá móðurlívi skal hann fyllast av heilagum anda; 16og mongum av børnum Ísraels skal hann venda um til Harrans, Guðs teirra. 17Og sjálvur skal hann ganga undan fyri ásjón hansara í anda og kraft Eliasar, til tess at venda hjørtum fedranna at børnunum og hinum ólýdnu at sinnalaginum hjá rættvísum, til tess at vinna Harranum eitt vælbúgvið fólk.» 18Og Sakarias segði við eingilin: «Av hvørjum skal eg vita hetta vist? Tí at eg eri ein gamal maður, og kona mín er komin væl til aldurs.» 19Og eingilin svaraði og segði við hann: «Eg eri Gabriel, sum standi fyri andliti Guðs, og eg eri sendur út at tala til tín og at bera tær hesi gleðiboðini. 20Og sí, tú skalt verða málleysur og ikki fáa talað inntil tann dag, tá ið hetta hendir, aftur fyri at tú ikki trúði orðum mínum, sum tó skulu ganga út, tá ið teirra tíð er.» 21Og fólkið stóð og bíðaði eftir Sakariasi, og tey undraðust yvir, at hann dvøldist so leingi í templinum. 22Men tá ið hann kom út, fekk hann ikki talað til teirra, og tey fataðu tá, at hann hevði sæð eina sjón í templinum; og hann gjørdi tekin til teirra og varð verandi málleysur. 23Og tað hendi, tá ið tænastudagar hansara vóru lidnir, fór hann heim til sín sjálvs. 24Men eftir hesar dagar varð Elisabet kona hansara við barn; og hon fjaldi seg í fimm mánaðir og segði: 25«Soleiðis hevur Harrin gjørt við meg teir dagar, tá ið hann leit til mín fyri at taka burtur skomm mína millum manna.»
Eingil boðar føðing Jesu
26Men í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Guði til eina bygd í Galileu, sum eitur Nasaret, 27til eina jomfrú, ið var trúlovað einum manni, sum æt Jósef, av Dávids ætt; og navn jomfrúnnar var Maria. 28Og eingilin kom inn hjá henni og segði: «Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær, [tú sum ert vælsignað av kvinnum!»] 29Men hon var heilt óttafull av hesum orðum, og hon hugsaði um, hvat henda heilsan mundi hava at týða. 30Og eingilin segði við hana: «Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Guði. 31Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. 32Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; 33og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.» 34Men Maria segði við eingilin: «Hvussu kann hetta bera til, við tað at eg ikki veit av manni?» 35Og eingilin svaraði og segði við hana: «Heilagi andin skal koma yvir teg, og kraft hins hægsta skal skugga yvir teg, tí skal eisini hitt heilaga, sum borið verður í heim, verða kallað sonur Guðs. 36Og sí, Elisabet, skyldkona tín, eisini hon ber son undir belti í elli síni, og hetta er nú hin sætti mánaður hjá henni, sum kallað var ein ófrukt. 37Tí at hjá Guði man ikki nøkur søk vera ógjørlig.» 38Men Maria segði: «Sí, eg eri tænastukvinna Harrans; verði mær eftir orðum tínum!» Og eingilin fór frá henni.
Maria vitjar Elisabet, syngur lovsong
39Men í hesum døgum fór Maria avstað og ferðaðist skundisliga til fjallabygdirnar, til eina bygd í Júdeu. 40Og hon kom inn við hús hjá Sakariasi og heilsaði Elisabet. 41Og tað bar so á, at í tí Elisabet hoyrdi heilsan Mariu, tá spældi burðurin í móðurlívi hennara. og Elisabet fyltist av hinum heilaga anda, 42og hon rópaði við harðari rødd og segði: «Vælsignað ert tú av kvinnum, og vælsignað er frukt móðurlívs tíns! 43Og hvaðan hendir hetta meg, at móðir Harra míns kemur á mín fund? 44Tí sí, í tí at ljóðið av heilsan tíni kom mær í oyru, tá spældi burðurin av frøi í móðurlívi mínum. 45Og sæl er hon, sum trúði; tí at tað skal ganga út, sum er talað av Harranum til hennara.» 46Og Maria segði: «Hátt setir sál mín Harran, 47og frøtt seg hevur andi mín í Guði, frelsara mínum, 48tí at hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; 49tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hans. 50Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann. 51Hann veldisverk hevur útint við armi sínum, og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra. 52Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. 53Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum. 54Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína 55– eftir tí, sum hann talaði til fedra vára – móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!» 56Men Maria dvøldist hjá henni um tríggjar mánaðir, og fór síðan heim aftur til sín.
Føðing Jóhannesar
57Men hjá Elisabet leið tað at teirri stundini, at hon skuldi føða, og hon átti ein son. 58Og grannar og frændur hennara fingu at frætta, hvussu stóra miskunn Harrin hevði sýnt henni, og teir gleddust saman við henni. 59Og tað hendi áttanda dagin, tá komu teir at umskera barnið; og teir ætlaðu at kalla tað Sakarias eftir faðir hansara. 60Og móðir hansara svaraði og segði: «Nei, men Jóhannes skal hann eita.» 61Og teir søgdu við hana: «Tað er eingin í tíni ætt, sum ber hatta navnið.» 62Men teir gjørdu tekin til faðirs hansara, hvat hann vildi, at tað skuldi eita. 63Og hann bað fáa sær eina talvu og skrivaði soleiðis: «Jóhannes er navn hansara.» Og allir undraðust. 64Men í sama viðfangi opnaðist muður hansara og tunga, og hann talaði og lovaði Guði. 65Og ótti kom á øll, sum búðu har í nánd hjá teimum. Og í øllum fjallabygdunum í Júdeu varð nógv talað um øll hesi tíðindi. 66Og øll, sum frættu hetta, løgdu sær tað í geyma og søgdu: «Hvat man fara at verða av hesum barni?» Tí at hond Harrans var við honum.
Lovsongur Sakariasar
67Og Sakarias, faðir hansara, varð fyltur av heilagum anda, og hann profeteraði og mælti: 68«Lovaður veri Harrin, Guð Ísraels, tí at vitjað hevur hann fólk sítt, og loyst hevur hann tað út; 69og reist hevur hann okkum eitt frelsunnar horn í húsi Dávids, tænara síns; 70soleiðis sum hann av fyrndartíð hevur talað við munni hinna heilagu profeta sína: 71Frelsu frá fíggindum várum og frá hondum alra teirra, sum okkum hata; 72til tess at inna miskunn móti fedrum várum og minnast hin heilaga sáttmála sín, 73eiðin tann, sum hann svór Ábrahami, faðir várum, at hann vildi veita okkum, 74at vit, bjargað úr hondum fígginda vára, 75óttaleys máttu tæna honum í heilagskapi og rættvísi fyri ásjón hans allar dagar várar. 76Og tú við, lítla barnið, skalt verða nevndur profetur hins hægsta; tí at tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans, at búgva út vegir hans, 77at geva fólki hans kunnugleika um frelsu í fyrigeving synda teirra, 78fyri Guðs várs mildu miskunnar sakir, sum sólarris av høgum himni hevur vitjað okkum við, 79at lýsa fyri teimum, sum sita í myrkri og skugga deyðans, at beina fótum várum inn á friðarleið.» 80Men barnið vaks og varð sterkt í andanum; og hann var í oyðimørkunum til tann dagin, tá ið hann steig fram fyri Ísrael.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in