Evangeliið eftir Jóhannes 9
9
Jesus grøðir mann, ið var føddur blindur
1Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá føðingini. 2Og lærusveinar hansara spurdu hann og søgdu: «Meistari, hvør hevur syndað, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at hann skuldi føðast blindur?» 3Jesus svaraði: «Hvørki hann hevur syndað ella foreldur hansara; men hetta er hent, til tess at Guðs gerningar mega verða opinberaðir á honum. 4Vit eiga at gera gerningar hansara, sum sendi meg, meðan dagur er; nátt kemur, tá ið eingin kann arbeiða. 5Meðan eg eri í heiminum, eri eg ljós heimsins.» 6Tá ið hann hevði sagt hetta, spýtti hann á jørðina og gjørdi runu av spýttinum og smurdi rununa upp á eyguni á honum 7og segði við hann: «Far og tváa tær í hylinum Siloam (tað merkir: sendur). Hann fór tá avstað og tváaði sær og kom aftur síggjandi. 8Tá søgdu grannarnir og teir, sum høvdu sæð hann áður, tí at hann var ein, sum bað um olmussu: «Er ikki hetta hann, sum er vanur at sita og biðja om olmussu?» 9Summir søgdu: «Jú, tað er hann.» Summir søgdu: «Nei, men hann líkist honum.» Sjálvur segði hann: «Tað eri eg.» 10Teir søgdu tá við hann: «Hvussu opnaðust tá eygu tíni?» 11Hann svaraði: «Tann maðurin, sum kallaður er Jesus, gjørdi runu og smurdi hana upp á eyguni á mær og segði við meg: Far til Siloam og tváa tær. Tá ið eg so fór avstað og tváaði mær, fekk eg sjónina.» 12Teir søgdu við hann: «Hvar er hann?» Hann sigur: «Eg veit tað ikki.» 13Teir føra nú tann, sum áður var blindur, til Farisearanna. 14Men tað var hvíludagur tann dagin, tá ið Jesus gjørdi rununa og opnaði eygu hansara. 15Nú spurdu eisini Fariseararnir hann aftur, hvussu hann hevði fingið sjónina. Men hann segði við teir: «Hann legði runu upp á eyguni á mær, og eg tváaði mær, og nú síggi eg.» 16Tá søgdu nakrir av Farisearunum: «Ikki er hesin maðurin frá Guði, við tað at hann ikki heldur hvíludagin.» Aðrir søgdu: «Hvussu kann ein syndigur maður gera slík tekin?» Og tvídráttur var teirra millum. 17Teir siga tá aftur við hin blinda: «Hvat sigur tú um hann, við tað at hann opnaði eygu tíni?» Men hann segði: «Hann er profetur.» 18Jødarnir trúðu tá ikki um hann, at hann hevði verið blindur og hevði fingið sjónina, fyrr enn teir rópaðu foreldur hansara, sum hevði fingið sjónina. 19Og teir spurdu tey og søgdu: «Er hetta sonur tykkara, sum tit siga um, at hann varð føddur blindur? Hvussu hevur hann tá nú fingið sjónina?» 20Foreldur hansara svaraðu og søgdu: «Vit vita, at hann er sonur okkara, og at hann føddist blindur; 21men hvussu hann nú hevur fingið sjónina, vita vit ikki, ella hvør ið hevur opnað eygu hansara, vita vit heldur ikki. Spyrjið hann sjálvan; hann hevur aldurin; hann kann sjálvur svara fyri seg.» 22Hetta søgdu foreldur hansara, tí at tey óttaðust Jødarnar; tí at nú vóru Jødarnir samráddir um, at um nakar vildi kennast við, at hann var Kristus, skuldi hann verða koyrdur út úr samkomuhúsinum. 23Tí søgdu foreldur hansara: «Hann hevur aldurin; spyrjið hann sjálvan.» 24Teir rópaðu tá á øðrum sinni til sín mannin, sum hevði verið blindur, og søgdu við hann: «Gev Guði æruna; vit vita, at hesin maðurin er syndari.» 25Tá svaraði hann: «Um hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, nú síggi.» 26Teir søgdu tá við hann: «Hvat gjørdi hann við teg? Hvussu læt hann eygu tíni upp?» 27Hann svaraði teimum: «Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit lurtaðu ikki eftir tí. Hví vilja tit nú hoyra tað aftur? Ætla tit eisini at verða lærusveinar hansara?» 28Tá deildu teir hann og søgdu: «Tú ert lærusveinur hansara; men vit eru lærusveinar Mósesar. 29Vit vita, at Guð hevur talað við Móses, men um henda mannin vita vit ikki, hvaðan hann er.» 30Maðurin svaraði og segði við teir: «Hetta er tó undarligt, at tit ikki vita, hvaðan hann er, og hann hevur tó latið upp eygu míni. 31Vit vita, at Guð ikki hoyrir syndarar; men um onkur óttast Guð og ger vilja hansara, tann hoyrir hann. 32Frá fyrndartíð hevur tað ikki hoyrst, at nakar hevur opnað eyguni á honum, sum var føddur blindur. 33Var hesin ikki frá Guði, tá kundi hann einki gjørt.» 34Teir svaraðu og søgdu við hann: «Tú ert føddur í synd allur sum tú ert, og tú vilt læra okkum!» Og teir koyrdu hann út. 35Jesus fekk at hoyra, at teir høvdu koyrt hann út, og tá ið hann hitti hann, segði hann við hann: «Trýrt tú á menniskjusonin?» 36Hann svaraði og segði: «Og hvør er hann, Harri, at eg kann trúgva á hann?» 37Jesus segði við hann: «Bæði hevur tú sæð hann, og tað er hann, sum talar við teg.» 38Men hann segði: «Eg trúgvi, Harri,» og hann fell á knæ niður fyri honum. 39Og Jesus segði: «Til dóms eri eg komin í henda heimin, til tess at tey, sum ikki síggja, skulu síggja, og tey, sum síggja, skulu verða blind.» 40Hetta hoyrdu teir av Farisearunum, sum vóru hjá honum, og teir søgdu við hann: «Eru vit tá eisini blindir?» 41Jesus segði við teir: «Vóru tit blindir, tá høvdu tit ikki synd; men nú siga tit: vit síggja – synd tykkara verður verandi.»
Currently Selected:
Evangeliið eftir Jóhannes 9: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society