YouVersion Logo
Search Icon

Jeremia 7

7
Hóttan við at oyða templið
1Orðið kom frá Harranum til Jeremia soljóðandi: 2Far og statt við liðið á húsi Harrans og rópa út hesi orð og sig: Hoyrið orð Harrans, allir Júdamenn, ið ganga inn um hesi lið at tilbiðja Harran: 3So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Bøtið um leiðir og gerðir tykkara, so at eg kann lata tykkum búgva á hesum staði! 4Lítið ikki á lygitalu teirra, ið siga: Her er tempul Harrans, tempul Harrans, tempul Harrans! 5men bøtið um leiðir og gerðir tykkara: Um tit av sonnum fremja rættin í trætumálum millum manna, 6ikki undiroka útisetar, faðirloysingar og einkjur, ikki heldur hella út sakleyst blóð á hesum staði og ikki halda tykkum aftur at fremmandum gudum, tykkum sjálvum til meina, 7tá vil eg um allar ævir lata tykkum búgva á hesum staði í tí landi, sum eg gav fedrum tykkara. 8Sí, tit troysta á lygitalu, sum onga hjálp kann veita. 9Stjala, myrða, dríva hor, gera rangar eiðir, kynda offureld fyri Báali, halda tykkum aftur at fremmandum gudum, sum tit ikki kenna – 10og kortini koma tit og standa frammi fyri ásjón míni í hesum húsi, sum navn mítt verður nevnt yvir, og siga: Vit eru bjargaðir – til tess at inna allar hesar andstygdirnar. 11Halda tit tá hetta húsið, sum navn mítt verður nevnt yvir, vera ránsmannabøli? Men eisini eg dugi at síggja, sigur Harrin. 12Farið til heilaga bústað mín í Sjilo, har eg læt navn mítt búgva í fyrstuni, og síggið, hvat ið eg gjørdi við hann vegna illskapin í fólki mínum Ísrael! 13Og av tí, at tit nú hava framt allar hesar gerðir, sigur Harrin, og ikki hava lýtt, tó at eg havi talað til tykkara árla og síðla, og ikki svarað, tó at eg kallaði á tykkum, 14tí skal eg fara við húsinum, ið navn mítt er nevnt yvir, og sum tit troysta á, og við staðinum, sum eg gav tykkum og fedrum tykkara, eins og eg fór við Sjilo. 15Eg reki tykkum burtur frá ásjón míni, eins og eg rak allar brøður tykkara burtur, alla Efraims ætt.
Eingin frelsa í stjørnudýrkan
16Og tú skalt ikki vera málsmaður fyri hetta fólk og hvørki harma tað ella biðja fyri tí; strong ikki á meg, tí at eg vil ikki hoyra teg! 17Sært tú ikki, hvat teir havast at í Júdaborgum og á gøtunum í Jerúsalem? 18Børnini henta brennivið, fedrarnir kynda eld, og konurnar knoða deiggj til tess at geva himnadrotningini offurkøku og bera fram droypioffur til aðrar gudar fyri at skaproyna meg. 19Men man tað ikki vera sjálvar seg, teir skaproyna heldur enn meg, sigur Harrin, so at teir verða sjálvir herviliga til skammar? 20Tí sigur Harrin drottin soleiðis: Sí, vreiði mín og øði skulu verða oyst út yvir henda staðin, yvir bæði fólk og fenað, yvir trøini á markini og gróður jarðarinnar; hon skal brenna og ikki slokna.
Harrin krevur ikki offur. Fólkið vil ikki gera vilja hans
21So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Rúgvið saman brennioffur og sláturoffur tykkara og haldið á at eta kjøt! 22Tí at ta ferðina, tá ið eg leiddi fedrar tykkara út úr Egyptalandi, talaði eg einki við teir og álegði teimum einki viðvíkjandi brenniofrum og sláturofrum; 23men hetta beyð eg teimum: Lýðið rødd míni; so skal eg vera Guð tykkara, og tit skulu vera fólk mítt; gangið javnan tær leiðir, sum eg leggi fyri tykkum, so at tykkum má vita væl við. 24Men teir hoyrdu ikki og góvu tí ongar gætur og gingu eftir ilskuráðum í vánda hjarta sínum. Teir vendu mær bakið og ikki andlitið. 25Síðan fedrar tykkara fóru út úr Egyptalandi og alt fram at hesum degi, havi eg støðugt árla dags og síðla sent tykkum tænarar mínar, profetarnar. 26Men teir lýddu ikki á meg og góvu mær ongar gætur; teir vórðu nakkafattir og bóru seg verri at enn fedrar teirra. 27Tá ið tú bert upp øll hesi orð fyri teimum, hoyra teir ikki, og um tú rópar á teir, svara teir ikki.
Tí koyrir hann tað frá sær
28Sig tú við teir: Hetta er fólk, ið ikki lýðir rødd Harrans, Guðs síns, og ikki vil taka við aga; farin er sannleiki, ja, horvin úr munni teirra. 29Sker hárið av tær og tveit tað burtur og hevja harmljóð á skógarleysum hæddum; tí at havnað hevur Harrin tí ættarkyni, sum hann reiddist inn á, og kastað tað burtur.
Revsingartala móti mannaofrum í dali Hinnomssonar
30Tí at Júdamenn hava gjørt tað, sum ilt er í eygum mínum, sigur Harrin; teir hava sett upp sínar andstyggiligu gudar í húsi tí, sum navn mítt er nevnt yvir, til tess at óreinsa tað. 31Og teir hava bygt Tófets offurheyggjar í dali Hinnomssonar til tess at brenna synir sínar og døtur í eldi – slíkt, sum eg ikki havi boðið og ongantíð er komið mær í huga. 32Sí, tí skulu dagar koma, sigur Harrin, tá ið tað ikki skal verða talað um Tófet ella dal Hinnomssonar, men um Drápsdalin; og deyð skulu verða jarðað í Tófet vegna rúmloysi; 33og líkini av hesum fólki skulu verða føðsla fyri fuglar himinsins og djór jarðarinnar, og eingin skal styggja tey burtur. 34Tá lati eg gleðiróp og fagnaðarróm og røddir brúðgóms og brúðar hvørva úr borgum Júda og av gøtum Jerúsalems, av tí at landið verður oyði.

Currently Selected:

Jeremia 7: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Jeremia 7