Jeremia 5
5
Profeturin øtast yvir syndina í Jerúsalem
1Reikið um á gøtunum í Jerúsalem og gevið gætur eftir tí, sum tit síggja, og leitið á torgum hennara, um tit finna nakran, hvørt har er nakar, sum innir rætt og leggur dent á trúskap, so at eg kann fyrigeva teimum. 2Og tó at teir svørja: So satt sum Harrin livir! tá er eiður teirra lygn. 3Men Harri, er tað ikki trúfesti, sum tú leitar eftir? Tú slóst, men teir lótu ikki á sær kenna; tú oyddi teir, men teir vildu ikki taka við aga; teir gjørdu andlit síni harðari enn grót og vildu ikki venda við. 4Men eg hugsaði: Teir eru einans smámenn og fákunnir og vita ikki veg Harrans, rættin hjá Guði sínum. 5Eg vil tí snúgva mær til stórmenninar og tala við teir; teir vita jú veg Harrans, rættin hjá Guði sínum. Men allir samlir høvdu eisini teir brotið okið, slitið av sær bondini. 6Tessvegna skal ljón úr skóginum ráðast á teir, úlvur úr reynunum beina fyri teimum, pantarin sæta um borgir teirra, so at hvør, ið fer út úr teimum, verður sundurskræddur; tí at mangar eru misgerðir teirra og trúloysi teirra mikið. 7Hvussu kann eg fyrigeva tær? Synir tínir hava sagt meg burtur og svorið við gudar, ið ikki eru gudar; og tá ið eg mettaði teir, drivu teir hor og hølaðust í skøkjuhúsum. 8Teir vóru væl í holdum, graðhestar, ið lupu aftur og fram; teir neggjaðu hvør eftir konuni hjá øðrum.
Profeturin boðar revsing frá Harranum
9Eigi eg ikki at revsa tílíkar menn, sigur Harrin, og hevna meg inn á tjóð, ið soleiðis ber seg at? 10Stígið upp á borgargarðar hennara og týnið, men gerið tó ikki bart; takið burtur vínviðargreinar hennara, tí at Harranum hoyra teir ikki til. 11Vissuliga hava Ísraels hús og Júda hús svikið meg skammleyst, sigur Harrin. 12Teir avnokta Harran og siga: Hann man ongar skreytir gera; ikki man ógæva raka okkum, og svørð og hungur skulu vit einki síggja til. 13Profetarnir skulu verða at vindi, orð Guðs er ikki í teimum; gævi orðið rakar teir sjálvar! 14Tí sigur Harrin, Guð herliðanna, soleiðis: Av tí at tit mæla tílíkum orðum, sí, tessvegna geri eg orð míni til eld í munni tínum og hetta fólk til brennivið, og eldurin skal týna teimum. 15Sí, eg lati tjóð úr fjarløgdum londum koma yvir tykkum, Ísraels hús, sigur Harrin, tjóð, sum er sterk, fyrndargamla tjóð; tungumálið hjá teirri tjóð skilir tú ikki, fatar ikki talu hennara. 16Sum opin grøv er ørvahúsi teirra; allir eru teir hetjur. 17Teir skulu eta korn títt og breyð títt; teir skulu eta synir tínar og døtur; teir skulu eta smalur tínar og stórdýr tíni; teir skulu eta víntrø tíni og fikutrø; við svørði skulu teir oyða tínar víggirdu borgir, sum tú troystaði á.
Spádómur um herleiðing
18Men tó vil eg á teimum døgum, sigur Harrin, ikki aloyða tykkum. 19Um teir tá siga: Fyri hvat man Harrin, Guð okkara, gera okkum alt hetta? Tá skalt tú svara teimum: Eins og tit hava sagt meg burtur og tænt øðrum gudum í landi tykkara, soleiðis skulu tit verða trælir hjá øðrum í landi, sum ikki er tykkara.
Guð er sterkur, men fólkið blint
20Boðið hetta fyri Jákups húsi og kunngerið tað í Júda: 21Hoyr hetta, tú fákunna og skilaleysa fólk, tit, ið hava eygu og kortini ikki síggja, hava oyru og kortini ikki hoyra! 22Vilja tit ikki óttast meg, sigur Harrin, ella skelva fyri ásjón míni, fyri mær, ið setti sandin sum mark fyri havinum, sum ævigt markaskil, sum havið ikki sleppur yvir um, so at bylgjur tess einki eru mentar, hvussu tær so bróta, og komast ikki yvirum, hvussu tær so leika í.
Spilla fólksins
23Hetta er tvørlynt fólk við treiskum hjarta; teir viku frá og fóru sín veg 24og søgdu ikki í hjarta sínum: Latum okkum óttast Harran, Guð váran, ið gevur regnið, heystregn og várregn í tøkum tíma, og ikki letur tær fyriskipaðu innberingarvikurnar svitast hjá okkum. 25Men alt hetta er nú farið av lagi av atvoldum misgerða tykkara; og syndir tykkara hava skilt tykkum við tað góða. 26Tí at í fólki mínum finnast gudleysir; teir liggja á loynum og húka eins og fuglamenn; teir leggja snerrur til tess at veiða menn. 27Eins og fuglabúr fult av fuglum, soleiðis er hús teirra fult av svikum; tessvegna eru teir vorðnir stórir og ríkir; 28teir eru tjúkkir og feitir og samstundis floytifullir av vándum orðum; tá ið teir døma, dugna teir ikki faðirloysinganum, so at hann fær frama, og rættin hjá fátækum fremja teir ikki. 29Eigi eg ikki at revsa tílíkar menn og hevna meg inn á tjóð, ið soleiðis ber seg at, sigur Harrin. 30Øgiligt og ønskriligt er tað, sum verður gjørt í hesum landi. 31Profetarnir profetera lygn, prestarnir leggja inn undir seg, og fólk mítt vil fegið hava tað at vera soleiðis; men hvat vilja tit gera, tá ið endin kemur?
Currently Selected:
Jeremia 5: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society