YouVersion Logo
Search Icon

Dómarabókin 3

3
Tjóðflokkar í Kánáan, sum Jósva ikki hevði sigrað yvir
1Hesar vóru tær tjóðir, ið Harrin læt vera eftir í friði til tess at royna Ísrael við teimum, allar teir Ísraelsmenn, ið einki vistu um bardagan um Kánáanland, 2einans til tess at kenna komandi ættarliðum í Ísrael hernað, teimum ið áður ikki høvdu roynt seg í bardaga: 3Fimm høvdingar Filista, allar Kánáanitar og Zidonitar og Hetitar, sum búðu á Libanons fjøllum frá fjallinum Báal-Hermon og alt at Hámat. 4Hesir vóru eftir, til tess at Ísrael skuldi roynast við teimum, so tað kundi síggjast, hvørt teir vildu varðveita tey boðorð, ið Harrin hevði álagt fedrum teirra við Mósesi. 5Soleiðis búðu Ísraelsmenn mitt ímillum Kánáanita, Hetita, Ámorita, Perezita, Hivita og Jebusita. 6Teir tóku sær døtur teirra til konur og giftu sonum teirra døtur sínar, og teir dýrkaðu gudar teirra.
Fyrstu dómararnir
7Ísraelsmenn gjørdu tað, sum ilt var í eygum Harrans, og gloymdu Harran, Guð sín; og teir dýrkaðu Báalar og Ásjerur. 8Tá tendraðist vreiði Harrans móti Ísrael, og hann læt Kúsjan-Risjeatáim, kongin av Áram-Náharáim, fáa vald yvir teimum; og Ísraelsmenn tæntu Kúsjan-Risjeatáim í átta ár. 9Tá rópaðu teir til Harrans um hjálp; og Harrin vakti Ísraelsmonnum bjargara, ið hjálpti teimum: Otniel Kenazson, yngra bróður Kálebs. 10Andi Harrans kom yvir hann, og hann varð dómari í Ísrael; hann fór út í hernað, og Harrin gav Kúsjan-Risjeatáim, kongin av Áram, upp í hendur hansara, so at hann fekk vald á honum. 11Síðan var friður í landinum í fjøruti ár; tá andaðist Otniel Kenazson.
12Men Ísraelsmenn hildu áfram at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans; tá gav Harrin Egloni, kongi av Móab, vald yvir Ísrael, av tí at teir gjørdu tað, sum ilt var í eygum Harrans. 13Hann savnaði til sín Ammonitar og Ámalekitar og legði út og vann sigur av Ísrael. Og Pálmaborgina løgdu teir undir seg. 14Ísraelsmenn tæntu nú Egloni kongi av Móab í átjan ár.
15Men tá ið Ísraelsmenn rópaðu til Harrans um hjálp, vakti Harrin teimum bjargara, Ehud, son Gera Benjaminita. Men hann var lámur. Eina ferð sendu Ísraelsmenn hann við skatti til Eglons kongs av Móab. 16Tá gjørdi Ehud sær tvíeggjað svørð, eina gomed langt, og bant sær tað við høgru lið innan undir skikkjuni. 17Síðan flutti hann Egloni, kongi av Móab, skattin; men Eglon var ovurtjúkkur maður. 18Og tá ið hann var liðugur at fáa honum skattin, fylgdi hann monnunum, ið borið høvdu skattin, aftur á veg. 19Men sjálvur vendi hann aftur við Pesilim við Gilgal og kom og segði: «Kongur, eg havi loyndarmál at siga tær.» Men hann bað hann tiga, til allir, ið hjá honum stóðu, vóru útfarnir. 20Tá gekk Ehud til hansara har, ið hann sat einsamallur í sínum svalliga taksali. Og Ehud mælti: «Eg havi boð frá Guði til tín.» Tá brá hann sær upp úr sæti. 21Men Ehud rætti út vinstru hond sína, tók svørðið frá høgru lið og rendi tað í kvið hansara, 22so at hjøltini fóru undir við, og ístrið fjaldi blaðið; tí at ikki dró hann svørðið úr aftur kviði hansara, og skarn hans fór av honum; síðan gekk Ehud út á takið 23og út gjøgnum súlnagangin, læt hurðarnar á taksalinum aftur eftir sær og setti loku fyri. 24Síðan helt hann avstað. Og tá ið tænarar kongsins komu og sóu hurðarnar á taksalinum lokaðar, hugsaðu teir, at kongurin huldi føtur sínar í tí svalliga herberginum. 25Teir bíðaðu nú, til teimum leiddist við. Og tá ið hurðarnar á taksalinum enn ikki vórðu upplatnar, tóku teir lykilin og lótu upp; og sí, har lá harri teirra deyður á gólvinum. 26Men meðan teir stóðu og bíndu, komst Ehud undan. Hann fór yvirum til Pesilim og komst soleiðis undan til Se'ira. 27Og tá ið hann var afturkomin, læt hann blása lúður um Efraims fjøll; tá hildu Ísraelsmenn oman av fjøllunum við honum á odda.
28Og hann mælti við teir: «Fylgið mær, tí at Harrin hevur givið fíggindar tykkara, Móabitarnar, upp í hendur tykkara!» Tá fylgdu teir honum oman; og teir tóku vaðini í Jórdan frá Móabitum og lótu ongan sleppa yvirum. 29Og teir feldu ta ferðina av Móabitum einar tíggju túsund mans, ið allir vóru reystir og vandir til víggja; eingin komst undan. 30Soleiðis máttu Móabitar lúta undir valdi Ísraels. Friður var nú í landinum í áttati ár.
Otniel, Ehud og Sjamgar
31Aftan á hann kom Sjamgar Ánatsson; hann feldi av Filistum seks hundrað mans við neytapíkstavi. Soleiðis frelsti eisini hann Ísrael.

Currently Selected:

Dómarabókin 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Dómarabókin 3