Hitt almenna bræv Jákups 5
5
Dómsorð yvir teir ríku
1Og nú, tit ríku, grátið og gremjið tykkum um tær vanlukkur, sum skulu koma yvir tykkum. 2Ríkidømi tykkara er vorðið fúgvið, og klæði tykkara eru møletin. 3Gull og silvur tykkara er rustað upp, og rusturin á tí skal verða til vitnisburðar móti tykkum og eta hold tykkara eins og eldur. Tit hava savnað dýrgripir á teimum seinastu døgunum. 4Sí, tann lønin, sum tit eru lagstir á hjá teimum arbeiðismonnum, ið hava skorið akrar tykkara, hon rópar, og rópini frá akurskurðarfólkunum eru komin inn fyri oyru Harrans herskaranna. 5Tit hava livað í góðgæti á jørðini og eftir lystum tykkara; tit hava gjørt hjørtum tykkara til góða sum á sláturdegi. 6Tit hava dómfelt og dripið hin rættvísa; hann stendur tykkum ikki ímót.
Áminning um tolmóð
7Verið tí tolnir, brøður, til Harrin kemur! Sí, bóndin bíðar eftir hinum dýrabara ávøkstinum av jørðini og væntar í tolni eftir honum, til hann fær heystregn og várregn. 8Verið eisini tit tolnir, styrkið hjørtu tykkara, tí at koma Harrans er í nánd. 9Stynjið ikki hvør ímót øðrum, brøður, so at tit ikki skulu verða dømdir! Sí, dómarin stendur fyri durunum. 10Brøður, takið profetarnar, sum talaðu í Harrans navni, til fyridømi í at líða ilt og at vera tolin.
Áminning um ikki at svørja
11Sí, vit prísa teir sælar, sum tolgóðir hava verið; tit hava hoyrt um tolmóð Jobs og vita um ta endalykt, sum Harrin gjørdi; tí at Harrin er sára miskunnsamur og mildur. 12Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki, hvørki við himmalin ella við jørðina, ei heldur nakran annan eið. Men ja tykkara veri ja, og nei tykkara veri nei, fyri at tit ikki skulu falla inn undir dóm!
Studling til forbøn fyri sjúkum
13Hevur nakar av tykkum tað ringt, tá biði hann; veit nøkrum væl við, tá syngi hann lovsang! 14Er nakar sjúkur tykkara millum, tá kalli hann til sín hinar elstu kirkjuliðsins, og teir skulu halda bøn yvir honum og salva hann við olju í Harrans navni; 15og trúarbønin skal gera hin sjúka frískan, og Harrin skal reisa hann aftur á føtur, og hevur hann gjørt syndir, skulu tær verða honum fyrigivnar. 16Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit mega verða grøddir. Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment. 17Elia var maður undir somu korum sum vit; og hann bað ta bøn, at tað ikki skuldi regna, og tað regnaði ikki á jørðini í trý ár og seks mánaðir; 18og hann bað aftur, og himmalin gav regn, og jørðin bar grøði sína.
Burturvilstir brøður
19Brøður mínir, um einhvør tykkara millum villist frá sannleikanum, og einhvør vendir honum aftur, 20tá skal hann vita, at tann, sum vendir einum syndara frá hansara villa vegi, hann bjargar eini sál frá deyða og fjalir fjøld av syndum.
Currently Selected:
Hitt almenna bræv Jákups 5: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society