YouVersion Logo
Search Icon

Hebrearabrævið 3

3
Kristus størri enn Móses
1Tess vegna, heilagu brøður, luttiknir í himmalskari kallan! gevið far um útsendingin og høvuðsprestin, sum vit kennast við, Jesus, 2hann sum var trúgvur móti tí, sum gjørdi hann til tað, líkasum eisini Móses var tað í øllum húsi hansara. 3Tí at hesin er hildin verdur til størri dýrd enn Móses í sama muni sum tann, ið húsið gjørdi, hevur størri dýrd enn húsið sjálvt. 4Tí at eitt og hvørt hús verður gjørt av einumhvørjum, men Guð er tann, sum alt hevur gjørt. 5Og Móses var væl trúgvur í øllum húsi hansara, eins og tænari, til vitnisburðar um tað, sum skuldi verða talað; 6men Kristus er tað eins og sonur yvir húsi hansara; og hús hansara eru vit, so framt vit fasthalda frímóðinum og vónini, sum vit rósa okkum av, óvikaðum líka til endans.
Ávaring móti forherðing – eins og Ísrael í oyðimørkini
7Tí er tað eins og heilagi andin sigur: «Í dag, um tit hoyra rødd hansara, 8tá forherðið ikki hjørtu tykkara, eins og í beiskleikanum freistingardagin í oyðimørkini; 9har sum fedrar tykkara freistaðu meg og vildu royna meg, og tó sóu teir gerningar mínar í fjøruti ár. 10Fyri tað varð eg hesi ætt grammur og segði: «Í heilum teir villast í hjørtum sínum.» Men teir kendu ikki vegir mínar, 11so at eg svór í vreiði míni: «Sanniliga, teir skulu ikki ganga inn til hvíld mína.»» 12Gevið gætur eftir, brøður, at tað ikki í nøkrum tykkara skal vera eitt vánt vantrúarhjarta, so at hann fellur frá livandi Guði! 13Men áminnið hvør annan hvønn ein dag, meðan tað enn eitur «í dag», fyri at eingin tykkara skal verða forherðaður av sviki syndarinnar! 14Tí at vit eru vorðnir luttiknir í Kristi, so framt sum vit fasthalda óvikaðum líka til endans treysti okkara, soleiðis sum tað var í fyrstuni. 15Tá ið sagt verður: «Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara eins og í beiskleikanum» – 16hvørjir vóru tá teir, sum hoyrdu og tó voldu beiskleika? Vóru tað ikki allir teir, sum gingu út úr Egyptalandi við Mósesi? 17Men hvørjum varð hann grammur í fjøruti ár? Var tað ikki teimum, sum høvdu syndað, og sum ræini av fullu niður í oyðimørkini? 18Og hvørjum svór hann, at ikki skuldu teir ganga inn til hvíld hansara, uttan hinum vantrúgvandi? 19Og vit síggja, at teir kundu ikki ganga inn fyri vantrúar skuld.

Currently Selected:

Hebrearabrævið 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in