YouVersion Logo
Search Icon

Hebrearabrævið 10

10
Ofrini ófullkomin
1Tí at tá ið lógin hevur bert ein skugga av hinum komandi góðu lutunum, men ikki sjálvt líkið á lutunum, kann hon aldri við somu ofrunum hvørt ár, sum teir í heilum bera fram, gera teir fullkomnar, sum koma fram við teimum. 2Mundu teir ikki annars hava hildið uppat at bera tey fram, av tí at samvitskan hjá hinum ofrandi ikki longur var sær vitandi um syndir, tá ið teir eina ferð vóru reinsaðir? 3Men við ofrunum verður árliga árs mint á syndirnar. 4Tí at tað er ómøguligt, at blóð av tarvum og bukkum kann taka burtur syndir.
Við Kristi fullkomið offur og nýggjur sáttmáli
5Tí er tað, at hann, tá ið hann kemur í heimin, sigur: «Sláturoffur og gávu vildi tú ikki hava; men eitt likam hevur tú búgvið til mín; 6brennioffur og syndaoffur hugnaðu tær ikki. 7Tá segði eg: «Sí, eg eri komin – í bókarulluni er skrivað um meg – til at gera vilja tín, Guð».» 8Meðan hann fyrst sigur: «Sláturoffur og gávu og brennioffur og syndaoffur vildi tú ikki hava, og tey hugnaðu tær ikki,» – og tey verða tó framborin samsvarandi lógini, – 9hevur hann tínæst sagt: «Sí, eg eri komin til at gera vilja tín.» Hann tekur hitt fyrra av, fyri at staðfesta hitt seinna. 10Og í hesum vilja eru vit halgaðir við ofring av likami Jesu Krists eina ferð fyri allar. 11Og ein og hvør prestur stendur dags dagliga og ger tænastu og ber fram fleiri ferðir hini somu ofrini, sum tó aldri kunnu taka burtur syndir; 12men hesin hevur borið fram eittans offur fyri syndir, og er so setstur með alla við høgru hond Guðs, 13og bíðar síðan bert eftir, at fíggindar hansara skulu verða lagdir sum skammul fyri føtur hansara. 14Tí at við eittans ofri hevur hann með alla gjørt teir fullkomnar, sum verða halgaðir. 15Men eisini heilagur andi vitnar fyri okkum; tí at aftan á at hann hevur sagt: 16«Hetta er sáttmálin, sum eg skal gera við teir eftir teir dagarnar,» sigur Harrin: «Lógir mínar skal eg geva í hjørtu teirra, og í huga teirra skal eg skriva tær; 17og syndir teirra og misgerðir teirra skal eg ikki longur minnast til.» 18Men har sum er fyrigeving fyri tær, har tørvar ikki longur offur fyri synd.
Áminning um at halda fast við játtingina
19Tá ið vit nú, brøður, í Jesu blóði hava treyst at ganga inn í halgidómin, 20hagar hann vígdi okkum atgongd, nýggjan og livandi veg inn ígjøgnum forhangið, tað er hold hansara, 21og tá ið vit hava stóran prest yvir húsi Guðs, 22tá latum okkum ganga fram fyri Guð við sonnum hjarta, við fullari trúarvissu, tá ið vit hava fingið hjørtu okkara reinsað frá ringari samvitsku, og hava fingið likamið tváað við reinum vatni; 23latum okkum halda óvikuliga fast við játtingina av vón okkara; tí at trúfastur er tann, sum fyrijáttanina hevur givið; 24og latum okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so at vit birta hvør undir annan til kærleika og góðar gerningar, 25og ikki skilja okkum frá okkara egnu samkoming, soleiðis sum siður er hjá summum, men áminna hvør annan; og hetta so mikið meira, sum tit síggja, at dagurin nærkast.
Ávaring móti fráfalli
26Tí at synda vit við vilja, eftir tað at vit hava fingið kunnleika um sannleikan, er ikki longur nakað offur fyri syndir eftir, 27men ein ræðulig bíðan eftir dómi og ein grimur eldur, sum skal oyða teir, sum standa ímót. 28Tá ið einhvør hevur brotið Móselóg, tá má hann doyggja miskunnarleysur eftir orði av tveimum ella trimum vitnum, 29hvør mikið verri revsing ætla tit tá ikki, at tann skal verða hildin verdur at fáa, sum hevur traðkað son Guðs undir fótum og hevur hildið blóð sáttmálans, sum hann varð halgaður í, fyri óreint, og hevur vanvirt anda náðinnar? 30Tí at vit kenna tann, sum hevur sagt: «Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda.» Og uppaftur: «Harrin skal døma fólk sítt.» 31Tað er ræðuligt at falla í hendur hins livandi Guðs.
Áminning um at bera líðing við frímóði; Harrin kemur
32Men minnist hinar fyrru dagarnar, tá ið tit, eftir at tit vóru vorðnir upplýstir, toldu nógv stríð í líðingum, 33við tað at tit fyri ein part sjálvir vórðu ein skurssjón við háðum og trongdum, fyri ein part tóku lut í viðurskiftum teirra, sum vórðu soleiðis stødd. 34Tí at bæði høvdu tit samkenslu við fangunum og tóku tit tað við gleði, at ognir tykkara vórðu rændar frá tykkum, við tað at tit vistu, at tit sjálvir áttu eina betri og varandi ogn. 35Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn! 36Tí at tykkum er tørvur á úthaldni, fyri at tit, tá ið tit hava gjørt Guðs vilja, kunnu ognast fyrijáttanina. 37Tí at «enn er bert ein evurslítil stund, tá kemur tann, sum eigur at koma, og hann skal ikki dvølja. 38Men hin rættvísi mín skal liva av trúgv;» og «berst hann undan, tá hevur sál mín ikki tokka í honum.» 39Men vit eru ikki teir, sum berast undan, til glatanar, men teir, sum trúgva, til sálarhjálpar.

Currently Selected:

Hebrearabrævið 10: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy