YouVersion Logo
Search Icon

Genesis 36

36
Eftirkomarar Esavs
1Hetta er ættartal Esavs, tað er Edóms. 2Esav tók sær konur av døtrum Kánáanita: Adu, dóttur Elons Hetita og Ohólibámu, dóttur Ána, sonar Zibeons Hivita, 3og Básemat, dóttur Ísmaels, systur Nebajots. 4Ada føddi Esavi Elifaz, og Básemat føddi Reuel. 5Og Ohólibáma føddi Jeusj, Jálam og Kóra; hesir vóru synir Esavs, ið føddust honum í Kánáanlandi. 6Síðan tók Esav konur sínar, synir og døtur og alt húski sítt og allan fenað sín og allar ognir sínar, sum honum høvdu ognast í Kánáanlandi, og fór burtur frá Jákupi, bróður sínum, í Se'irs land; 7tí at ognir teirra vóru so nógvar, at teir kundu ikki búgva saman; landið, har teir búðu í útisetri, kundi ikki rúma teimum, so miklir vóru fæflokkar teirra. 8Esav búsettist á Se'irs fjøllum; men Esav tað er Edóm. 9Hetta er ættartal Esavs, ættarfaðirs Edómita á Se'irs fjøllum. 10Hesi vóru nøvnini á sonum Esavs: Elifaz, sonur Adu, konu Esavs, og Reuel, sonur Básemat, konu Esavs. 11Men synir Elifaz vóru Teman, Ómar, Zefo, Gátam og Kenaz. 12Timna var hjákona Elifaz, sonar Esavs; og hon føddi Elifazi Ámalek; hesir vóru synir Adu, konu Esavs. 13Hesir vóru synir Reuels: Náhat, Zera, Sjamma og Mizza; hesir vóru synir Básemat, konu Esavs. 14Og hesir vóru synir Ohólibámu, dóttur Ána Zibeonssonar, konu Esavs; hon føddi Esavi: Jeusj, Jálam og Kóra. 15Hesir vóru ættarhøvdingar hjá sonum Esavs: Synir Elifaz, hins frumgitna sonar Esavs: Høvdingarnir Teman, Ómar, Zefo, Kenaz, 16Kóra, Gátam, og Ámalek. Hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Elifazi í Edóms landi; hesir vóru synir Adu. 17Hesir vóru synir Reuels Esavssonar, høvdingarnir Náhat, Zera, Sjamma, Mizza; hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Reuel í Edóms landi; hesir vóru synir Básemat, konu Esavs. 18Og hesir vóru synir Ohólibámu, konu Esavs: Høvdingarnir Jeusj, Jálam og Kóra; hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Ohólibámu, dóttur Ána, konu Esavs. 19Hesir vóru synir Esavs; og hesir vóru ættarhøvdingar teirra; hetta var Edóm. 20Hesir vóru synir Se'irs, Hórita, frumbúgvar landsins: Lótan, Sjóbal, Zibeon, Ána, 21Disjon, Ezer og Disjan; hesir vóru ættarhøvdingar Hórits, synir Se'irs í Edóms landi. 22Synir Lótans vóru Hóri og Heman; og systir Lótans var Timna. 23Hesir vóru synir Sjóbals: Alvan, Mánahat, Ebal, Sjefo og Ónam. 24Hesir vóru synir Zibeons: Ajja og Ána; tað var tann Ána, sum fann heitar keldur í oyðimørkini, tá ið hann goymdi at asnum Zibeons, faðirs síns. 25Hesi vóru børn Ána: Disjon og Ohólibáma, dóttir Ána. 26Hesir vóru synir Disjons: Hemdan, Esjban, Jitran og Keran. 27Hesir vóru synir Ezers: Bilhan, Záavan og Ákan. 28Hesir vóru synir Disjans: Uz og Áran. 29Hesir vóru ættarhøvdingar Hóritanna: Høvdingarnir Lótan, Sjóbal, Zibeon, Ána, 30Disjon, Ezer og Disjan. Hesir vóru ættarhøvdingar Hóritanna eftir ættarkynjum teirra í Se'irs landi. 31Hesir vóru teir kongar, sum ríktu í Edóms landi, áður enn Ísraelsmenn høvdu kongar: 32Bela, sonur Beors, var kongur í Edóm, og borg hansara æt Dinhába. 33Og tá ið Bela doyði, tók Jóbab Zerason frá Bozra ríki eftir hann. 34Tá ið Jóbab doyði, tók Húsjam úr landi Temanita ríki eftir hann. 35Tá ið Húsjam doyði, tók Hádad Bedadsson ríki eftir hann; hann vá Midianitar á Móabs vøllum; borg hansara æt Ávit. 36Tá ið Hádad doyði, tók Samla frá Masreka ríki eftir hann. 37Tá ið Samla doyði, tók Sjául úr Rehobot við ánna ríki eftir hann. 38Tá ið Sjául doyði, tók Báal-Hánan Akborsson ríki eftir hann. 39Og tá ið Báal-Hánan Akborsson doyði, tók Hádar ríki eftir hann; borg hansara æt Páu; og kona hansara æt Mehetabel, dóttir Matredar, dóttur Mezáhabs. 40Hesi vóru nøvn ættarhøvdinga Esavs eftir ættargreinum teirra, bústøðum og nøvnum: Høvdingarnir Timna, Alva, Jetet, 41Ohólibáma, Ela, Pinon, 42Kenaz, Teman, Mibzar, 43Magdiel og Íram. Hesir vóru ættarhøvdingar Edómita eftir bústøðum teirra í tí landi, sum teimum hevði ognast. Hesin Esav var ættarfaðir Edómita.

Currently Selected:

Genesis 36: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in