Genesis 34
34
Dina og Sikem
1Dina, dóttir Leu, sum hon hevði føtt Jákupi, fór einaferð út at hyggja at døtrum landsins. 2Men tá ið Sikem, sonur Hámors Hivita, høvdinga landsins, sá hana, tók hann hana, legðist hjá henni og misbeyð henni. 3Men hann hevði lagt miklar ástir við Dinu, dóttur Jákups, og varð vorðin góður við gentuna og talaði blídliga til hennara. 4Og Sikem mælti við Hámor, faðir sín og segði: «Fá mær hasa gentuna til konu!» 5Jákup hevði frætt, at hann hevði misboðið Dinu, dóttur síni; men av tí at synir hansara vóru úti í haganum við fenaði hansara, helt hann seg kvirran, til teir komu heim aftur. 6Tá fór Hámor, faðir Sikems, út til Jákups til tess at tala við hann. 7Men tá ið synir Jákups komu aftur úr haganum og hoyrdu um henda tilburð, vórðu teir illa við, og tendraðist vreiði teirra, av tí at hann hevði framt tílíka ósømd í Ísrael: at leggjast hjá dóttur Jákups – tílíkt, ið ikki eigur at verða gjørt. 8Tá talaði Hámor við teir og segði: «Sikem, sonur mín, hevur lagt miklar ástir við dóttur tykkara; gevið tit honum hana til konu 9og bindið mágskap við okkum; giftið okkum døtur tykkara og takið tykkum døtur okkara; 10takið upp bústað hjá okkum, og landið skal standa tykkum í boði; setist her niður og farið um landið og vinnið tykkum ognir!» 11Og Sikem segði við faðir hennara og brøður: «Gævi eg mátti funnið náði í eygum tykkara! Alt, sum tit krevja, vil eg greiða. 12Leggið á meg brúðargjald og brúðargávur so nógv, sum tit vilja; eg skal greiða tað, sum tit krevja, bert tit geva mær gentuna til konu!» 13Men synir Jákups svaraðu Sikemi og Hámori, faðir hansara, við falsi, av tí at hann hevði misboðið Dinu, systur teirra; 14og teir søgdu við teir: «Vit mega ikki gera hetta at gifta systur okkara við óumskornum manni, tí at tað er okkum ósømd. 15Einans við hesum kostum vilja vit gera tykkum til vildar, at tit verða eins og vit, við tað at alt kallkyn hjá tykkum verður umskorið. 16Tá skulu vit gifta tykkum døtur okkara og taka okkum døtur tykkara og búgva hjá tykkum, so at vit verða ein tjóð. 17Men vilja tit ikki fara eftir orðum okkara, at lata tykkum umskera, so taka vit dóttur okkara og fara leið okkara!» 18Orð teirra hóvaðu Hámori og Sikemi, syni Hámors. 19Og sonurin drálaði ikki við at gera hetta, tí at hann elskaði dóttur Jákups; og hann var mætastur maður í ætt síni. 20Tá gingu Hámor og Sikem, sonur hansara í borgarliðið og talaðu við borgarmenn sínar og søgdu: 21«Hesir menn vilja okkum frið; latið teir taka upp bústað í landinum og ferðast um tað eftir vild; tí sí, landið er nóg rúmsátt fyri teir; vit skulu taka døtur teirra til konur og gifta teimum døtur okkara. 22Tó vilja hesir menn einans við teimum kostum gera okkum til vildar at búgva okkara millum, so at vit verða ein tjóð, at alt kallkyn hjá okkum verður umskorið, eins og teir sjálvir eru umskornir. 23Fæflokkar teirra, ognir og allur fenaður, verður tað ikki alt okkara? Latum okkum gera teimum til vildar, so at teir setast niður her hjá okkum!» 24Teir fóru nú eftir orðum Hámors og Sikems, sonar hans, allir, ið gingu um borgarlið hans; og alt kallkyn varð umskorið, allir, ið gingu um borgarlið hans. 25Men triðja dagin, meðan teir enn vóru sjúkir av sárum, tóku báðir synir Jákups, Símeon og Levi, brøður Dinu, hvør sítt svørð og gingu inn í borgina, har eingin grunaði ilt, og drópu alt kallkyn; 26og Hámor og Sikem, son hansara, vógu teir við svørði, tóku Dinu út úr húsi Sikems og fóru leið sína. 27Og synir Jákups løgdust á teir vignu og rændu borgina, aftur fyri at teir høvdu misboðið systur teirra. 28Og seyðir, neyt og asnar teirra, bæði tað, sum var í borgini og í haganum, tóku teir við sær. 29Og allan eyð teirra, øll børn og allar konur tóku teir sum herfang og rændu alt, sum var í hvørjum húsi. 30Tá segði Jákup við Símeon og Levi: «Tit hava leitt ógævu yvir meg við at gera meg hataðan av landsins íbúgvum, Kánáanitum og Perezitum; nú, tá ið eg eri fámentur, munnu teir fara at leggjast á meg og oyða bæði meg og hús mítt!» 31Men teir svaraðu: «Átti hann tá at fara við systur okkara eins og við skøkju?»
Currently Selected:
Genesis 34: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society