Genesis 10
10
Ættartal tjóðanna
1Hetta er ættartal Nóa sona, Sems, Kams og Jáfets; teimum føddust synir eftir vatnflóðina. 2Synir Jáfets vóru Gómer, Mágog, Mádai, Jávan, Túbal, Mesjek og Tíras. 3Og synir Gómers vóru Asjkenaz, Rífat og Tógarma. 4Og synir Jávans vóru Elisja, Tarsis, Kittar og Ródanitar. 5Út frá teimum greinaðust oyggjalands tjóðirnar. Hetta eru synir Jáfets í londum sínum, hvør við sínum tungumáli, eftir ættargreinum og tjóðflokkum sínum.
6Synir Kams vóru Kusj, Mizráim, Put og Kánáan. 7Synir Kusj vóru Seba, Hávila, Sabta, Ráma og Sabteka, og synir Ráma vóru Sjeba og Dedan. 8Kusj gat Nimrod; hann var fyrsti veldismaður á fold. 9Hann var mikil veiðimaður fyri Harranum; tí verður sagt: Mikil veiðimaður fyri Harranum eins og Nimrod. 10Upphavið at ríki hans var Bábel og Erek, Akkad og Kalne í Sinears landi. 11Úr hesum landi fór hann til Assýriu og bygdi Nineve og Rehobot-Ir, Kela 12og Resen millum Nineve og Kela – tað er borgin mikla. 13Og Mizráim gat Luditar og Ánamitar, Lehabitar og Naftuhitar, 14Patrusitar og Kasluhitar, haðan Filistar vóru ættaðir, og Kaftoritar. 15Kánáan gat Zidon, sín frumgitna, og Het, 16Jebusitar, Ámoritar, Girgasjitar, 17Hivitar, Arkitar, Sínitar, 18Arvaditar, Zemaritar og Hámatitar. Síðan spreiddust ættargreinar Kánáanitanna um, 19so at landamark Kánáans gekk frá Zidon um Gerar alt at Gaza, framvegis til Sódomu og Gómorru, Adma, Zeboim og alt at Lasja. 20Hesir vóru synir Kams eftir kyntáttum sínum, eftir tungumálum sínum, í londum sínum, í tjóðum sínum. 21Men eisini Sem, ættfaðir at øllum sonum Ebers, elsti bróðir Jáfets, fekk synir. 22Synir Sems vóru Elam, Assur, Arpaksjad, Lud og Áram. 23Synir Árams vóru Uz, Hul, Geter og Masj. 24Arpaksjad gat Sjela, og Sjela gat Eber. 25Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg, tí á hansara døgum spjaddist fólkið á jørðini sundur; bróðir hansara æt Joktan. 26Joktan gat Almodad, Sjelef, Házarmavet, Jera, 27Hádóram, Uzal, Dikla, 28Óbal, Ábimael, Sába, 29Ofir, Hávila og Jóbab. Allir hesir vóru synir Joktans. 30Og bústaðir teirra vóru frá Mesja og allan vegin at Sefar, at eysturfjøllum. 31Hesir eru synir Sems eftir ættargreinum og tungumálum sínum, í londum sínum, eftir tjóðum sínum. 32Hetta eru ættargreinar sona Nóa eftir ættartali sínum, í tjóðflokkum sínum. Og frá teimum spjaddust tjóðirnar út um jørðina eftir vatnflóðina.
Currently Selected:
Genesis 10: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society