YouVersion Logo
Search Icon

Fimta Mósebók 33

33
Signing Mósesar
1Hetta er tann signingin, sum Guðsmaðurin Móses vælsignaði Ísraelsmenn við, áður enn hann andaðist. 2Hann mælti: «Harrin kom av Sinai, rann upp fyri teimum á Se'ir, læt ljós sítt skína frá Párans fjøllum og kom frá Meribat-Kádesj; við høgru lið hansara brann eldur móti teimum. 3Ja, hann elskar fólk sítt, allir hansara heilagu eru í hansara hondum, teir sessast við føtur tínar og taka við orðum tínum. 4Lóg hevur Móses givið okkum. Ogn hans er savnaður Jákups; 5og hann varð kongur í Jesjurun, tá ið fólksins høvdingar fylktust, og ættir Ísraels komu saman. 6Livi Ruben og doyggi ikki út; men verði menn hansara fáir!» 7Hetta mælti hann um Júda: «Hoyr, Harri, rødd Júda og leið hann aftur til fólks síns, dugna honum í bardaga, og ver tú honum hjálp móti fíggindum hans!» 8Og um Levi segði hann: «Gev hollvini tínum Tummim tíni og Urim tíni honum, sum tú royndi við Massa og stríddist ímóti við Meribavøtn, 9sum segði um faðir og móður: Eg sá tey ongantíð, sum var fremmandur fyri brøðrum sínum og ikki kendist við børn síni, tí at teir varðveittu orð tíni og hildu sáttmála tín. 10Teir skulu kenna Jákupi dómar tínar og Ísrael lóg tína, lata roykilsi koma upp í nasar tínar og bera aloffur á altar tíni. 11Signa, Harri, styrki hans; hav tokka í handaverki hans; sora lendar fígginda hans og teirra, sum hata hann, so at teir ikki rísa aftur!» 12Um Benjamin segði hann: «Benjamin er yndisbarn Harrans, ekkaleysur býr hann allar dagar, hin hægsti verndar hann og hevur bústað sín í brekkum hans.» 13Um Jósef segði hann: «Signað av Harranum er land hans við dýrmætastu gávum av himni í erva og úr djúpinum, sum hvílir í neðra, 14við tí dýrmætasta, sum sólin elur, og við tí dýrligasta, ið sprettur, tá ið mánar tendrast, 15við tí besta av hinum elligomlu fjøllum, við tí dýrmætasta av hinum ævigu hólum, 16við tí dýrmætasta av jørðini og øllum, ið á henni er, og við tokka hans, sum búði í tornarunninum – tað komi yvir høvur Jósefs, yvir hviril hans, ið er høvdingi millum brøðra sína! 17Sum hin frumborni oksi fer fram tignarliga, horn hans eru horn villoksans; við teimum týnir hann tjóðir alt at jarðarinnar ytstu markum. Hetta er Efraims tíggjutúsundatal, hetta er Manasse túsundatal.» 18Um Zebulon segði hann: «Zebulon skal gleðast um langferðir sínar og Issakar í tjøldum sínum. 19Tjóðflokkum stevna teir at fjallinum, slátra har rættferðar offur, tí at nøgdir havsins teir súgva í seg, hinar fjaldastu gripir við sævarstrond.» 20Um Gád segði hann: «Signaður veri sá, sum Gádi veitir landarúmd; sum kvennljónið legst hann niður, brýtur armar og skalla. 21Hann ognaði sær tað fyrsta, hann bar eyga við; tí at har líknaðist honum lutur hans. Saman savnaðust høvdingar fólksins. Hann framdi rættlæti Harrans og dómar hansara saman við Ísrael.» 22Um Dán segði hann: «Ljónshvølpur er Dán, sum kemur rennandi úr Básjan.» 23Um Naftali segði hann: «Naftali er mettur av góðum tokka og fullur av signing Harrans; hann ognar sær sjógvin og suðurlandið.» 24Um Ásjer segði hann: «Signaður veri Ásjer sonanna millum; hann skal vera yndisbarn brøðra sína og drepa fót sín niður í olju! 25Úr jarni og kopari veri lokur tínar. Sum dagar tínir skal tín styrki vera! 26Eingin er sum Guð Jesjuruns, ið fer eftir himni tær til hjálpar, og á skýggjunum í tign síni. 27Bústaður er hin ævigi Guð, og her niðri eru hinir ævigu armar. Burtur rak hann fíggindan undan tær og segði: «Bein fyri teimum!»» 28Síðan búði Ísrael í trygdum, Jákups leivd í einsæri, í landi við korni og aldinløgi, har døggin drýpur av himni. 29Sælur ert tú Ísrael! Hvør er sum tú, tjóð, sum er sigursæl í Harranum! Hann er tín frelsunnarskjøldur. Hann er tignarsvørð títt. Fíggindar tínir munnu lifra fyri tær, men tú skalt toka fram yvir hæddir teirra.

Currently Selected:

Fimta Mósebók 33: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in