Fimta Mósebók 27
27
Móses býður fólkinum at rita lógina á stórar steinar; altarið á Ebals fjalli
1Síðan buðu Móses og Ísraels elstu fólkinum og søgdu: «Varðveitið øll tey boðorð, sum eg bjóði tykkum í dag! 2Tá ið tit eru komnir yvir um Jórdan inn í landið, sum Harrin, Guð tín, man geva tær, tá skalt tú reisa upp stórar steinar og smyrja teir við kálki 3og rita á teir øll orð í hesi lóg, so skjótt sum tú ert komin yvirum, til tess at tú mást koma inn í tað land, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, land, sum flýtur í mjólk og hunangi, eins og Harrin, Guð fedra tína, hevur lovað tær. 4Og tá ið tit eru komnir yvir um Jórdan, skulu tit reisa upp hesar steinar, sum eg havi boðið tykkum í dag, á Ebals fjalli og smyrja teir við kálki. 5Og har skalt tú reisa Harranum, Guði tínum, altar, altar av steinum, sum jarnamboð ikki hevur verið reiggjað yvir. 6Av óhøgdum steinum skalt tú reisa altar Harrans, Guðs tíns; og á tí skalt tú ofra Harranum, Guði tínum, brennioffur; 7og tú skalt slátra takkaroffur og halda máltíð har og vera glaður fyri ásjón Harrans, Guðs tíns. 8Og á steinarnar skalt tú greiniliga rita øll orðini í hesari lóg.»
Áminning um at halda lógina
9Síðan talaðu Móses og Levitaprestarnir til allan Ísrael og søgdu: «Gev nú ljóð, Ísrael, og lýð á! Í dag ert tú vorðin fólk Harrans, Guðs tíns. 10Tí skalt tú lýða rødd Harrans, Guðs tíns, og halda boðorð hans og skipanir tær, sum eg í dag leggi fyri teg.»
Signingar og banningar
11Tann dagin beyð Móses fólkinum og segði: 12«Hesir skulu standa á Gárizim fjalli til tess at vælsigna fólkið, tá ið tit eru komnir yvir um Jórdan: Símeon, Levi, Júda, Issakar, Jósef og Benjamin. 13Og til tess at lýsa banning skulu hesir standa á Ebals fjalli: Ruben, Gád, Ásjer, Zebulon, Dán og Naftali.
Tólv banningar
14Og Levitarnir skulu taka til máls og við harðari rødd siga við allar Ísraelsmenn: 15Bannaður veri tann maður, ið ger sær skurðgud ella stoypta gudamynd, Harranum andstygd, og handaverk av smiði, og reisir tað í loyndum. Og alt fólkið skal svara og siga: Amen! 16Bannaður veri tann, ið vanmetir faðir sín og móður sína! Og alt fólkið skal svara: Amen! 17Bannaður veri tann, ið flytur markaskil næsta síns! Og alt fólkið skal svara: Amen! 18Bannaður veri tann, ið leiðir blindan mann av leið! Og alt fólkið skal svara: Amen! 19Bannaður veri tann, ið reingir rætt útisetans, faðirloysingans og einkjunnar! Og alt fólkið skal svara: Amen! 20Bannaður veri tann, ið hevur samlegu við konu faðirs síns, tí at hann hevur lyft upp áklæði faðirs síns! Og alt fólkið skal svara: Amen! 21Bannaður veri tann, ið hevur samlegu við nakað djór. Og alt fólkið skal svara: Amen! 22Bannaður veri tann, ið hevur samlegu við systur sína, hvørt hon er dóttir faðirs hans ella móður hans! Og alt fólkið skal svara: Amen! 23Bannaður veri tann, ið hevur samlegu við vermóður sína! Og alt fólkið skal svara: Amen! 24Bannaður veri tann, ið drepur næsta sín á loyningum! Og alt fólkið skal svara: Amen! 25Bannaður veri tann, ið tekur við mutri til tess at bana sakleysum manni! Og alt fólkið skal svara: Amen! 26Bannaður veri tann, ið ikki heldur í gildi orðunum í hesi lóg, so at hann ger eftir teimum! Og alt fólkið skal svara: Amen!
Currently Selected:
Fimta Mósebók 27: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society