YouVersion Logo
Search Icon

Fimta Mósebók 25

25
Um húðfleingju
1Tá ið deila rísur millum manna, og teir koma fyri rættin, og dómur verður feldur, og hin sakleysi fær rætt, meðan hin seki verður dømdur sekur, 2og hin seki verður dømdur til at verða húðflongdur, tá skal dómarin lata leggja hann niður og veita honum í hjástøðu síni so nógv høgg, sum misgerð hans er stór til; 3fjøruti høgg má hann geva honum, men ikki fleiri, til tess at bróðir tín ikki verður vanvirdur í eygum tínum, um hann fær enn fleiri høgg.
Boð um at fara væl við vinnudýrunum
4Tú mást ikki múlbinda oksan, meðan hann treskir.
Um mágskyldu
5Tá ið brøður búgva saman, og ein teirra doyr sonarleysur, tá má kona hins deyða ikki giftast fremmandum manni av øðrum kyntátti; men mágur hennara skal ganga innar til hennara og taka hana til konu og gera mágskyldu sína móti henni; 6og fyrsti sonur, sum hon føðir, skal verða taldur sonur hins deyða bróður hans, so at ikki navn hansara verður strikað út úr Ísrael. 7Men um maðurin ongan hug hevur at taka bróðurkonu sína til konu, tá skal hon ganga niðan í borgarliðið til hinar elstu og siga við teir: «Mágur mín ber seg undan at reisa bróður sínum navn í Ísrael; hann vil ikki ganga í mághjúnalag við meg!» 8Tá skulu borgarinnar elstu stevna honum fyri seg og tala við hann; og um hann tá stendur við sítt og sigur: «Meg fýsir ikki at hava hana,» 9tá skal bróðurkona hansara ganga at honum, meðan hinir elstu líta at og taka skógvin av fóti hans, spýta upp í andlitið á honum og mæla hesum orðum: «Svá skal verða gjørt við tann mann, sum ikki vil byggja upp hús bróður síns!» 10Síðan skal ætt hans í Ísrael bera navnið «berbeinsættin».
Revsing av blygdarleysari konu
11Tá ið tveir menn rúka saman, og konan hjá øðrum loypur fram til at hjálpa manni sínum úr hondum hansara, ið slær hann, og hon rættir út hond sína til tess at tríva í blygd hansara, 12tá skalt tú høgga hond hennara av og tað ikki við eirindum.
Rættur vágsteinur og rætt efa
13Tú skalt ikki hava tvinnanda vágsteinar í davasekki tínum, nakrar størri og aðrar minni. 14Í húsi tínum mega ikki vera tvær efur, onnur størri og onnur minni. 15Tú skalt hava rættan vágstein og rættu efu, sum standa fult mát, til tess at tú mást liva leingi í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær. 16Tí at hvør tann, ið ger tílíkt, hvør tann, ið fer við svikum, er Harranum, Guði tínum, andstyggiligur.
Boð um at avoyða Ámalekitar
17Hav í huga, hvussu Ámalekitar fóru við tær á ferð tíni úr Egyptalandi, 18hvussu teir uttan at óttast Guð, ráddust á teg á leiðini og vógu teir aftastu, teir, sum útmøddir dragnaðu afturúr frá tær, tá ið tú vart móður og útlúgvaður. 19Tí skalt tú, tá ið Harrin, Guð tín, gevur tær frið fyri øllum fíggindum tínum kring um í landi tí, sum Harrin, Guð tín, letur teg fáa at eiga, oyða oman av jørðini hvørt minni um Ámalekitar. Gloym ikki tað!

Currently Selected:

Fimta Mósebók 25: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in