YouVersion Logo
Search Icon

Fimta Mósebók 23

23
Lógir um savnað Ísraels
1Eingin, sum er geldur, hvørt tað er við melting ella skurði, má vera í savnaði Harrans; 2eingin, sum er føddur í hori má vera í savnaði Harrans, heldur ikki í tíggjunda ættarlið má nakar undan honum vera í savnaði Harrans. 3Hvørki Ammoniti ella Móabiti mega vera í savnaði Harrans, heldur ikki í tíggjunda lið má nakar undan teimum nakrantíð vera í savnaði Harrans, 4vegna tess at teir ikki komu ímóti tær við breyði og vatni, tá ið tú vart á ferð úr Egyptalandi, men leigaðu móti tær Bileam Beorsson úr Petor í Áram-Náháráim til at banna tær. 5Men Harrin, Guð tín, vildi ikki lurta eftir Bileami; og Harrin, Guð tín, broytti banningina til signing fyri teg, av tí at Harrin, Guð tín, elskar teg. 6Tú mást um ævir aldri leggja lag í gævu teirra og vælferð. 7Men tú mást ikki hava andstygd fyri Edómitum, tí at teir eru brøður tínir, heldur ikki Egyptum, tí at tú vart sjálvur útiseti í landi teirra. 8Avkomar teirra mega javnvæl í triðja ættarliði vera í savnaði Harrans.
Lógin um ikki at óreinska herbúðirnar
9Tá ið tú fert í hernað móti fíggindum tínum, tá skalt tú vara teg frá øllum rongum. 10Er einhvør maður við tær, sum ikki er reinur vegna tess, ið honum hevur verið fyri um náttina, tá skal hann fara út um herbúðirnar og má ikki koma inn í herbúðirnar. 11Men tá ið komið er at kvøldi, skal hann tváa sær í vatni, og um sólsetur má hann koma inn aftur í herbúðirnar. 12Fyri uttan herbúðirnar skalt tú hava stað avvegis; út hagar skalt tú fara, 13og tú skalt hava sneis í belti tínum; og tá ið tú setir teg niður har úti, skalt tú grava hol við sneisini og soleiðis hylja tað, sum av tær kemur; 14tí at Harrin, Guð tín, gongur um í herbúðum tínum til tess at hjálpa tær og geva tær vald á fíggindum tínum; tí skulu herbúðir tínar vera heilagar, so at hann ikki sær nakað at vamlast við hjá tær og snýr sær frá tær.
Stroktrælir
15Tú skalt ikki fáa húsbónda træl hans aftur, sum flýddur er til tín undan húsbónda sínum; 16hann skal sleppa at taka upp bústað hjá tær á tí staði, sum hann velur, í einihvørjari av borgum tínum, har honum hóvar best; tú mást ikki gera honum nakað til meina.
Horskøkjur
17Eingin ísraelitisk kona og eingin ísraelitiskur kallmaður má halga seg skøkjulevnaði. 18Tú mást ikki koma við skøkjuløn ella hundsgjaldi inn í hús Harrans, Guðs tíns, javnvæl um eitthvørt heiti hevur verið strongt; tí at bæði hesi eru Harranum, Guði tínum, andstyggilig.
Leiga
19Tú mást ikki taka leigu frá bróður tínum, hvørki av silvuri ella matvørum ella av nøkrum øðrum, ið leiga verður tikin av. 20Frá útlendskum manni mást tú taka leigu, men ikki frá bróður tínum, so at Harrin, Guð tín, má vælsigna teg í øllum, sum tú tekst við í tí landi, sum tú nú fert inn í til tess at ogna tær tað.
Um heiti til Harrans
21Tá ið tú streingir Harranum, Guði tínum, heiti, mást tú ikki drála við at evna tað; tí at Harrin, Guð tín, vil vissuliga krevja tað av tær; og tað verður tær synd. 22Men hevur tú teg undan at streingja heiti, tá gert tú teg ikki sekan í synd fyri tað. 23Tað, sum komið er yvir varrar tínar, skalt tú halda og evna, við at tú sjálvboðin og við egna munni tínum hevur strongt Harranum, Guði tínum, heiti.
Loyvi til at henta vínber og øks á annars mans jørð
24Tá ið tú kemur inn í víngarð næsta tíns, mást tú eta vínber, sum tær lystir, til tú ert mettur, men upp í skjáttu tína mást tú einki lata. 25Og kemur tú gjøgnum akur næsta tíns, mást tú tína øks við hond tíni, men akurknív mást tú ikki bera á akur næsta tíns.

Currently Selected:

Fimta Mósebók 23: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in