Ámos 8
8
Sjón um undirgang Ísraels og mannfall
1Harrin, drottin, læt mær hesa sjón berast fyri: Sí, har var tæga við summaraldin. 2Og hann segði við meg: «Hvat sært tú, Ámos?» Eg svaraði: «Tægur við summaraldin!» Tá segði Harrin við meg: «Evsta stund er komin yvir fólk mítt Ísrael, eg vil ikki umbera hann longur.» 3Vena seg skulu songmoyggjar tempulsins á tí degi, sigur Harrin, drottin, og lík liggja í rúgvum allar staðir.
Dómsorð yvir okurkallar
4Hoyrið hetta, tit, ið níva fátæk og beina fyri armingum landsins, 5sum siga: «Nær eru tendringardagarnir lidnir, so at vit mega selja korn, og hvíludagurin, at vit mega opna kornbingini, minka um mátingarkerið, hækka um virðið og við svikum reingja vágskálirnar 6til tess at keypa neyðstødd fyri silvur og fátæk fyri einar skógvar og sleppa sær av við lættikornið.» 7Svorið hevur Harrin við hátign Jákups: Ongantíð skal eg gloyma alt hetta, sum teir hava gjørt. 8Ja, má ikki jørðin nøtra av hesum og øll, sum á henni búgva, syrgja, so at hon hevjar seg eins og Nílá og søkkur aftur eins og Egyptalands stórá? 9Á tí degi, sigur Harrin, drottin, lati eg sól fara til viða um miðjan dag og myrkur hylja jørðina á alljósum degi. 10Eg geri veitslur tykkara til sorg og allar tykkara songir til harmkvæði; bindi sorgarklæði um allar lendar og geri berskøllut hvørt eitt høvur; eg elvi sorg sum eftir einkarson, og endin verður ein beiskur dagur.
Teir leita til Harrans, men doyggja í hungri
11Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, drottin, tá ið eg sendi hungur í landið, ikki hungur eftir breyði ella tosta eftir vatni, men eftir at hoyra orð Harrans. 12Tá skulu tey reika um frá havi at havi, koma úr norðuri og halda eystureftir til tess at leita eftir orði Harrans, men skulu ikki finna tað. – 13Á tí degi maktast av tosta fríðar moyggjar og ungir menn, 14sum svørja við sekt Sámáriu og siga: «So satt sum gudur tín livir, Dán! Og so satt sum ættargudur tín livir, Beersjeba! Falla tey skulu og ikki aftur rísa.»
Currently Selected:
Ámos 8: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society