YouVersion Logo
Search Icon

Ámos 2

2
Dómsorð yvir Móab
1So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Móabita, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir brendu beinini á Edóms kongi at kálki, 2tessvegna lati eg eld brenna Móab og oyða hallirnar í Kirjot; í randargný skal Móab farast, meðan herróp dynja, og lúðrar gella. 3Eg oyði oddamannin úr miðjum honum og drepi allar høvdingar hans, sigur Harrin.
Dómsorð yvir Júda
4So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Júda, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir havnaðu lóg Harrans og ikki hildu lógboð hans, men heldur lótu seg villa av falsgudum sínum, sum fedrar teirra eltu, 5tí lati eg eld brenna Júda og oyða hallir Jerúsalems.
Dómsorð yvir Efraim
6So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Ísraels, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir selja hin sakleysa fyri silvur og hin fátæka fyri einar skógvar, 7traðka høvur hins vesæla niður í dusmið og troka neyðstødd út av vegnum; faðir og sonur vitja sama kvøldarvív, so at teir vanhalga mítt heilaga navn. 8Teir liggja og rembast við hvørt eitt altar á veðtiknum pløggum og drekka sektarvín í Guðs síns húsi; 9og tó var tað eg, sum ruddi Ámoritar úr vegi teirra, ið vóru sum sedristrø og sterkir sum eikir; eg týndi aldin teirra í erva og røtur teirra í neðra. 10Eg flutti tykkum út úr Egyptalandi og leiddi tykkum í fjøruti ár gjøgnum oyðimørkina, at tykkum skuldi ognast land Ámorita. 11Eg vakti upp profetar av sonum tykkara og Nasirearar av unglingum tykkara. Er ikki hetta satt, tit Ísraelsmenn? sigur Harrin. 12Men tit góvu Nasirearunum vín at drekka og sýttu profetunum at profetera. 13Sí, eg skal lata jørðina ridla undir tykkum eins og undir vagni, sum er laðin við bundum. 14Tá skal hin fljóti ikki finna skjól og hin sterki ikki fáa nýtt sína megi; og ikki skal hetjan kunna bjarga sínum lívi; 15ørvagarpurin skal ikki standast, hin fótafimi ikki komast undan og reiðmaðurin ikki bjarga sínum lívi; 16hin hugreystasti hetjanna millum skal á tí degi nakin flýggja, sigur Harrin.

Currently Selected:

Ámos 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in