YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Timoteusarbrævið 2

2
Treyst í trúarstríðnum
1So verð tú tá, sonur mín, sterkur í náðini í Kristi Jesusi! 2Og tað, sum tú hevur hoyrt av mær, meðan mong vitni vóru hjá, skalt tú lata trúfastar menn fáa, sum eru dúgligir til eisini at læra onnur. 3Tol tú fyri tín part ilt sum ein góður hermaður Krists Jesu. 4Eingin, sum er í hertænastu, fløkir seg upp í lívsins størv, fyri at hann kann toknast honum, sum tók hann í hertænastu. 5So er eisini, um einhvør er við í kappleikum, tá verður hann ikki krýndur, um hann ikki leikar lógliga. 6Bóndin, sum arbeiðir, eigur fyrstur at fáa lut í ávøkstunum. 7Gev gætur eftir tí, sum eg sigi; tí at Harrin skal geva tær skyn á øllum.
Minnast til, at vit skulu fylgja Kristi í líðing og dýrd
8Minst til Jesus Krist, risin upp frá deyðum, av Dávids ætt, samsvarandi gleðiboðskapi mínum, 9sum eg toli ilt fyri líka til hetta at vera bundin eins og ein illgerðarmaður; men Guðs orð er ikki bundið. 10Tí toli eg alt fyri teirra útvaldu skuld, fyri at eisini tey skulu fáa frelsuna í Kristi Jesusi við ævigari dýrd. 11Tað orðið er satt; tí at eru vit deyðir við honum, skulu vit eisini liva við honum; 12halda vit út, skulu vit eisini ráða við honum; avnokta vit, skal hann eisini avnokta okkum; 13eru vit ótrúgvir, verður hann tó trúgvur; tí at seg sjálvan kann hann ikki avnokta.
Móti falslærarum
14Minn á hetta, við tað at tú leggur teimum dýran við fyri ásjón Guðs ikki at liggja í orðadrátti, sum einki gagn er í, men er til oyðileggingar fyri tey, sum hoyra tað. 15Legg tær eina við at sýna teg sjálvan sum fullroyndan fyri Guði, ein arbeiðismann, sum ikki tørvar at skammast, sum fer reiðuliga um sannleiksorðið. 16Men halt tær burtur frá hinum vanheilaga svassi; tí at slíkir vilja altíð fara longur fram í gudloysi, 17og orð teirra koma at eta um seg sum kreft; – millum teirra eru Hýmeneus og Filetus, 18sum eru vilstir burtur frá sannleikanum, við tað at teir siga, at uppreisnin hevur longu verið, og teir kollvelta trúnna hjá summum.
Tó at Guðs kirkja eisini hevur ker til vanheiðurs, er hon tó óvikandi
19Men Guðs fasti grundvøllur stendur og hevur hetta innsiglið: «Harrin kennir síni» og «Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, skal halda sær frá órættvísi.» 20Men í stórum húsi eru ikki bert gullker og silvurker, men eisini træker og leirker, og summi eru til heiðurs og summi til vanheiðurs. 21Um einhvør tí heldur seg reinan frá hesum, tá skal hann vera eitt ker til heiðurs, halgað, nýtiligt hjá húsbóndanum, lagaligt til eitt og hvørt gott verk.
Rætta atferð Timoteusar
22Men flýggja frá hinum ungdómsligu lystunum; stunda heldur á rættvísi, trúgv, kærleika, frið við tey, sum ákalla Harran av reinum hjarta! 23Men havna tú hinum býttisligu og óskynsomu trætumálum, av tí at tú veitst, at tey elva stríð! 24Men ein Harrans tænari eigur ikki at stríðast, men vera blíður við øll, dúgligur at læra, førur fyri at tola ilt, 25so at hann við spaklyndi hevur at teimum, sum seta seg ímót, um Guð tá einaferð kundi givið teimum umvending til kunnleika um sannleikan, 26og teir kundu raknað við aftur úr snerru djevulsins, fangaðir av honum til at gera hansara vilja.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy