YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Timoteusarbrævið 6

6
Ábyrgd trælanna
1Allir teir, sum eru trælir undir oki, skulu halda harrar sínar alla æru verdar, fyri at ikki Guðs navn og læran skulu verða spottað. 2Men teir, sum hava trúgvandi harrar, skulu ikki vanmeta teir fyri tað, at teir eru brøður, men tæna teimum tess heldur, tí at teir, sum njóta gott av teirra góða starvi, eru trúgvandi og elskaðir. Lær tú hetta og áminn um tað!
Ávaring mót falslærarum
3Um einhvør fer við aðrari læru og ikki fylgir hinum heilnæmu orðum várs harra Jesu Krists og læruni, sum samsvarar við gudsótta, 4tá er hann hástórur, tó at hann einki veit, men er sjúkur eftir trætumálum og orðadráttum, sum øvund stendst av, klandur, spottan, ringir illgrunar, 5íðuligir tvídráttir millum manna, sum eru spiltir í huga og skildir frá sannleikanum, teir sum halda gudsóttan vera ein vinning. 6Ja, gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur; 7tí at einki hava vit havt við okkum inn í heimin, tað er tá vituligt, at vit ikki heldur kunnu hava nakað við okkum út haðan; 8men tá ið vit hava føði og klæði, skulu vit vera nøgdir við tað. 9Men teir, sum vilja verða ríkir, falla í freisting og snerru og mangar skilaleysar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjur niður í undirgang og glatan; 10tí at peningagirndin er rót til alt tað, sum ilt er; av teirri trá eru summir vilstir frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálvar við mongum pínslum.
Timoteus skal stunda á gudsótta
11Men tú, Guðs menniskja, flýggja frá hesum! Men stunda heldur á rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, áhaldni, spakføri! 12Stríð trúarinnar góða stríð, gríp hitt æviga lívið, sum tú varðst kallaður til og viðkendi tær hina góðu játtingina fyri mongum vitnum! 13Eg bjóði tær fyri ásjón Guðs, sum veitir øllum lív, og Krists Jesu, sum vitnaði hina góðu játtingina frammi fyri Pontiusi Pilatusi, 14at tú heldur boðið lýtaleyst og ólastandi alt til opinberingar várs harra Jesu Krists, 15sum hin sæli og eini alvaldi, kongur konganna og drottur drottanna, skal á sínum tíma lata birtast, 16hann sum eina hevur ódeyðuligleika, sum býr í óatkomandi ljósi, hann sum eingin menniskja hevur sæð og heldur ikki kann síggja; honum veri heiður og ævigur máttur! Amen.
Timoteus skal minna teir ríku á beinasemi
17Teimum, sum eru ríkir í hesum núverandi heimi, skalt tú bjóða, at teir ikki mega vera hugmóðigir, heldur ikki byggja vón sína á hitt ótrygga ríkidømið, men á Guð, sum gevur okkum allar lutir ríkliga til nýtslu, 18at teir skulu gera gott, vera ríkir í góðum verkum, vera gávumildir, beinasamir, 19so at teir savna sær sjálvum niðurfyri ein góðan grundvøll fyri komandi tíð, til tess at teir kunnu grípa hitt sanna lívið.
Ávaring mót følskum kunnleika
20O, Timoteus! Varðveit gripin, sum tær er litin til, og vend tær burtur frá hinum vanheilaga svassi og mótsøgnunum frá hinum kunnleika, sum falsliga verður kallaður so, 21sum summir viðkenna sær og eru vilstir burtur frá trúnni! Náðin veri við tykkum!

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy