YouVersion Logo
Search Icon

Hitt fyrra almenna bræv Pæturs 3

3
Ábyrgdir í hjúnalaginum
1Somuleiðis skulu tit, konur, vera tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at, um so er, at summir ikki vilja lýða orðinum, teir so mega vinnast orðaleyst við atferðini hjá konunum, 2tá ið teir síggja tykkara reinu atferð í ótta. 3Prýði tykkara skal ikki vera uttaná, sum tað at flætta hárið ella heingja upp á seg gullskreyt ella at lata seg í skartaklæði, 4men heldur hjartans dulda menniskja í óforgongiliga prýði hins spakføra og stilla anda, sum er dýrmett í Guðs eygum. 5Tí at soleiðis prýddu seg eisini í forðum hinar heilagu kvinnurnar, sum settu vón sína til Guðs og vóru sínum egnu monnum undirgivnar, 6líkasum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra; og børn hennara eru tit vorðnar, um tit gera tað, ið gott er, og óttast onga ræðslu. 7Somuleiðis tit menn; livið við skynsemi saman við konum tykkara sum við einum veikari keri, og veitið teimum virðing eins og tær eisini eru samarvingar við tykkum til náðigávu lívsins, fyri at bønir tykkara ikki mega hindrast!
Áminning um eyðmýkt og góðgerðir
8Til endans, verið allir samhugaðir, samlíðandi, blíðir við brøðurnar, miskunnsamir, eyðmjúkir. 9Gjaldið ikki ilt fyri ilt ella deilan fyri deilan; men tvørtur ímót, vælsignið heldur, tí at til tess eru tit kallaðir, at tit skulu arva signing. 10Tí at tann, sum vil elska lívið og síggja góðar dagar, skal varða tungu sína frá illum og varrarnar frá at tala fals, 11hann víki frá tí illa og geri tað góða, hann søki frið og stundi eftir honum! 12Tí at Harrans eygu eru yvir teimum rættvísu, og oyru hansara vend til teirra bøn; men Harrans ásjón er vend ímót teimum, sum ilt gera.
Áminning um tol undir líðing eins og Kristus, sum ósekur leið fyri menniskju
13Og hvør er tann, sum kann gera tykkum ilt, tá ið tit eru ágrýtnir fyri tí góða? 14Men um tit eisini skuldu liðið fyri rættvísi skuld, tá eru tit sælir. Havið ongan ótta fyri teimum og ræðist ikki; 15men halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta, 16og havið góða samvitsku, so at teir, sum lasta tykkara góðu atferð í Kristi, mega verða til skammar í tí, sum teir tala ilt um tykkum sum illgerðarmenn. 17Tí at tað er betri, um tað soleiðis er Guðs vilji, at líða, tá ið ein ger gott, enn tá ið ein ger ilt. 18Tí at Kristus leið eisini eina ferð fyri syndarar, ein rættvísur fyri órættvísar, fyri at hann kundi leiða okkum fram til Guðs, hann, sum leið deyðan í likaminum, men varð livandi gjørdur í andanum, 19sum hann eisini fór í og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðveitslu, 20teimum, sum í forðum høvdu verið ólýdnir, ta ferðina Guðs langmóð bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað, sum nøkur fá, – tað eru átta sálir – vórðu bjargað í gjøgnum vatn, 21sum nú eisini frelsir tykkum í sínum mótbílæti, dópinum, hann sum ikki er burturtekt av óreinskuni á likaminum, men bøn til Guðs um góða samvitsku fyri uppreisn Jesu Krists, 22hann sum er uppfarin til himna og er við Guðs høgru hond, men einglar og máttir og kreftur eru honum undirløgd.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Videos for Hitt fyrra almenna bræv Pæturs 3