YouVersion Logo
Search Icon

1 John 2

2
Jesus talsmaður syndaranna
1Børn míni! Hetta skrivi eg til tykkara, fyri at tit ikki skulu synda. Og tó at onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá faðirinum, Jesus Krist hin rættvísa, 2og hann er bót fyri syndir okkara; tó ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndirnar í øllum heiminum.
Um at halda kærleiksboðið
3Og av hesum vita vit, at vit kenna hann, um vit halda boð hansara. 4Tann, sum sigur: <<Eg kenni hann,>> og ikki heldur boð hansara, hann er ein lygnari, og í honum er sannleikin ikki; 5men tann, sum heldur orð hansara, í honum er sanniliga Guðs kærleiki vorðin fullkomin. Av hesum kenna vit, at vit eru í honum. 6Tann, sum sigur, at hann verður í honum, hann eigur eisini sjálvur at liva, soleiðis sum hann livdi. 7Elskaðu tit, tað er ikki eitt nýtt boð, sum eg skrivi til tykkara, men eitt gamalt boð, sum tit hava havt frá upphavi, tað gamla boðið er tað orðið, sum tit hava hoyrt. 8Og kortini er tað eitt nýtt boð, sum eg skrivi til tykkara, sum er satt í honum og í tykkum; tí at myrkrið hvørvur, og hitt sanna ljósið skínur longu. 9Tann, sum sigur, at hann er í ljósinum, og hatar bróður sín, hann er enn í myrkrinum. 10Tann, sum elskar bróður sín, hann verður í ljósinum, og í honum er einki, sum fær hann at falla. 11Men tann, sum hatar bróður sín, hann er í myrkrinum og gongur í myrkrinum, og hann veit ikki, hvar hann fer, tí at myrkrið hevur blindað eygu hansara.
Um ikki at elska heimin
12Eg skrivi til tykkara, børn míni, av tí at syndir tykkara eru tykkum fyrigivnar fyri navns hansara skuld. 13Eg skrivi til tykkara, tit fedrar, av tí at tit kenna hann, sum er frá upphavi. Eg skrivi til tykkara, tit ungu, av tí at tit hava vunnið sigur á hinum illa. Eg havi skrivað til tykkara, børn, av tí at tit kenna faðirin. 14Eg havi skrivað til tykkara, tit fedrar, av tí at tit kenna hann, sum er frá upphavi. Eg havi skrivað til tykkara, tit ungu, av tí at tit eru sterk, og Guðs orð verður í tykkum, og tit hava vunnið sigur á hinum illa. 15Elskið ikki heimin, ikki heldur teir lutir, sum eru í heiminum. Um einhvør elskar heimin, tá er faðirsins kærleiki ikki í honum. 16Tí at alt tað, sum er í heiminum, holdsins lyst og eygnanna lyst og lívsins dramblæti, tað er ikki frá faðirinum, men frá heiminum. 17Og heimurin fer til grundar og lyst hansara; men tann, sum ger Guðs vilja, verður um allar ævir.
Um at vara seg fyri antikristiligari avnoktan
18Børn míni, tað er hin síðsti tímin, og sum tit hava hoyrt, at Antikristus kemur, soleiðis eru nú mangir Antikristar komnir upp, og av hesum kenna vit, at tað er hin síðsti tímin. 19Teir eru komnir frá okkum, men teir vóru ikki av okkum; tí at um so var, at teir høvdu verið av okkum, tá høvdu teir verðið verandi hjá okkum; men tað varð, fyri at tað skuldi verða opinlýst, at teir ikki allir eru av okkum. 20Og tit hava salving frá hinum heilaga og vita alt. 21Eg havi ikki skrivað til tykkara av tí, at tit ikki vita sannleikan; men av tí at tit vita hann, og at eingin lygn er av sannleikanum. 22Hvør er lygnarin uttan tann, sum noktar, at Jesus er Kristus? Tann er Antikristus, sum noktar faðirin og sonin. 23Hvør tann, sum noktar sonin, hevur ikki heldur faðirin; tann, sum kennist við sonin, hevur eisini faðirin. 24Tað, sum tit hava hoyrt frá upphavi, latið tað verða verandi í tykkum. Um tað, sum tit hava hoyrt frá upphavi, verður verandi í tykkum, tá skulu tit eisini verða verandi í soninum og í faðirinum. 25Og hetta er tann fyrijáttanin, sum hann gav okkum: hitt æviga lívið. 26Hetta havi eg skrivað til tykkara um teir, sum villleiða tykkum. 27Og tann salvingin, sum tit fingu av honum, hon verður verandi í tykkum, og tit hava ikki fyri neyðini, at nakar skal læra tykkum; men soleiðis sum salving hansara lærir tykkum alt, er tað eisini satt og er ikki lygn; og soleiðis sum hon hevur lært tykkum, skulu tit eisini verða verandi í honum.
Verðið í Kristi
28Og nú, børn míni, verðið verandi í honum, fyri at vit, tá ið hann verður opinberaður, kunnu hava frímóð og ikki skulu verða til skammar fyri honum við komu hansara. 29Um tit vita, at hann er rættvísur, tá skilja tit, at hvør tann, sum fremur rættvísi, er føddur av honum.

Currently Selected:

1 John 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in