YouVersion Logo
Search Icon

Jóhannesar Evangelium 8

8
8 KAPITUL.
1OG teir fóru heim, hvőr til sin; men Jesus fór á Oljufjallið.
2Men árla á degi kom hann aftur í halgidómin, og alt fólkið kom til hansara, og hann settist niður og lærdi tey.
3Men teir skriftlærdu og Fariseararnir leiða til hansara eina konu, tikna í hor, og teir lata hana standa mitt imillum teirra
4Og siga við hann: lærari, henda konan er tikin í opinberigum hori.
5Men í lógini hevir Móses boðið okkum at grýta slíkar kvinnur; hvat sigir nú tú?
6Men hetta sőgdu teir til at freista hann, so teir hővdu okkurt at kenna honum um. Men Jesus toygdi seg niður og skrivaði við flngrinum á jőrðina.
7Men tá ið teir hildu fram við at spyrja hann, rætti hann seg upp og segði við teir: Hann imillum tykkara, ið er utan synd, verði fyrstur at kasta steinin á hana.
8Og uppaftur toygdi hann seg niður og skrivaði á jőrðina.
9Men tá ið teir hoyrdu hetta og vóru slignir av teirra samvitsku, gingu teir burt hvőr eftir annan, teir elstu fyrst, líka til teir seinastu, og Jesus varð einsamallur eftir og konan, sum stóð har frammi.
10Men Jesus rætti seg upp og sá ongan utan konuna og segði tí við hana: Kona, hvar eru teir? Var tað eingin, ið dómfeldi teg?
11Men hon segði: Eingin, harri. Men Jesus segði við hana: Heldur ikki eg dómfelli teg; fár tú burt og syndá ikki her eftir.
12Jesus talaði nú aftur til teirra og segði: Eg eri heimsins ljós; hann, ið fylgir mær, man ikki fara at ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós,
13Tá tógdn Fariseararnir við hann: Tú bert vitni um teg sjálvan; tin vitnisbnrðnr er ikki sannur.
14Jesus svaraði og segði við teir: Tó at eg beri vitni um meg sjálvan, er min vitnisburður sannur, ti at eg veit, hvaðani eg eri komin og hvar eg fari; tit vita ikki, hvaðani eg komi ella hvar eg fari;
15Tit døma eftir kjőtinum. Eg dømi ongan;
16Men um so er, at eg dømi, er min dómur sannur, ti at eg eri ikki eintámállur um at døma, men eg og hann, ið sendi meg.
17Men eisini í tykkara egnu lóg stendur skrivað, at tveggja manna vitnisburður er sannur.
18Eg eri tann, sum vitni um meg, og faðirin, sum sendi meg, vitnar um meg.
19Teir sőgdu tá við hann: Hvar er faðir tin? Jesus svaraði: Hvðrki meg kenna tit, ei heldur faðir min; kendu tit meg, so hvővdu tit eisini kent faðir min.
20Hesi orðini talaði Jesus í skattakamarinum, meðan hann lærdi í halgidóminum; og eingin legði hond á hann, ti enn var ikki hansara timi komin.
21So segði hann aftur við teir; Eg fari burtur, og tit munu fara at leita eftir mær, og í tykkara synd mumi tit fara at doyggja; hagar sum eg fari, kunna tit ikki koma.
22Tá sőgdu Jødarnir: Hann man tá ikki ætla at forkoma sær, so sum hann sigir: hagar sum eg fari, kunna tit ikki koma?
23Og hann segði við teir: Tit eru av ti, sum í neðrá er, eg eri av ti, sum i erva er; tit eru av hesum heiminum, eg eri ikki av hesum heiminum.
24Tí segði eg tykkum, at tit munu doyggja í tykkara syndum; ti at trúgva tit ikki, at eg eri tað, eg eri, so munu tit doyggja í tykkara syndum.
25Teir sőgdu tá við hann: Hvőr er tá tú? Jesus segði við teir: Beint tað, sum eg frá fyrsta degi havi sagt tykkum.
26Nogv havi eg at siga og at døma um tykkum; tó hann, ið meg sendi, er sannorðaður, og tað sum eg havi hoyrt av honum, tað tali eg út í heimin.
27Teir skildu ikki, at tað var frá faðirinum, hann segði teimum.
28Jesus segði tá: Tá ið tit eina ferð hevja mannasonin upp, tá munu tit fáa at síggja, at eg eri tað, eg eri, og at eg einki geri av mær sjálvum, men líkasum faðirin hevir lært meg, soleiðis tali eg,
29Og hann, ið sendi meg, er við mær. Hann hevir ikki latið meg einsatnallan; ti eg geri altíð tað, ið honum líkar.
30Sum hann talaði hetta, trúðu nógvir á hann.
31Jesus segði tá við teir Jødar, ið hvővdu trúð honum: Um tit verða í minum orði, tá eru tit av sonnum minir lærisveinar,
32Og tit munu læra sannleikan at kenna, og sannleikin man gera tykkum fríar.
33Teir góvu honum tað til andsvar: Vit eru Ábrahams bora og hava aldrin verið trælir hjá nokrum; hvussu kant tú tá siga: tit múnu gerast fríir?
34Jesus svaraði teimum: Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, ein og hvőr, ið ger syndina, er trælur hjá syndini.
35Men trælurin verður ikki altíð í húsinum; sonurin verður har altíð.
36Ger nú sonurin tykkum fríar, tá verða tit av sonnum fríir.
37Eg veit, at tit eru av Ábrahams fólki; men tit royna at taka meg av dðgum, ti at mítt orð fær ikki rúm í tykkum.
38Eg tali tað, sum eg havi sæð hjá faðir minum, og tit somuleiðis gera tað, sum tit hava hoyrt av faðir tykkara.
39Teir svaraðu og sőgdu við hann: Okkara faðir er Ábraham. Jesus sigir við teir: Vóru tit Ábrahams bðrn, tá gjórdu tit Ábrahams gerningar.
40Men nú royna tit at taka meg av dógum, ein mann, sum hevir sagt tykkum sannleikan, sum eg havi hoyrt av Gudi; slíkt gjőrdi Ábraham ikki.
41Tit gera tykkara faðirs gerningar. Teir sőgdu við hanu: Vit eru ikki horkonubórn, ein faðir hava vit, Gud.
42Jesus segði við teir: Var Gud tykkara faðir, tá hvővdu tit elskað meg; ti eg eri útgingin og komin frá Gudi; ti tað er heldur ikki frá mær sjálvum, eg eri kðmin, men hann hevir sent meg.
43Hvi skilja tit ikki talu mina? Tí at tit kunna ikki hoyra min boðskap.
44Tit eru av ti faðiri fjandanum, og tykkara faðirs ágirndir vilja tit gera. Hann Var manndrápari frá upphavi, og í sannleikanum stendur hann ikki, ti sannleikier ikki í honum. Tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egná, ti hann er ein lygnari og lygnarans taðir.
45Men mær trúgva tit ikki, ti at eg sigi tannieikán.
46Hvor tykkara kann av connum siga synd uppá meg? sigi eg sánnleiká, hví trúgva tit mær ikki?
47Hann ið er av Guði, hann hoyrir Guðs orð; av teirri grund hoyrá tit ikki, ti at tit eru ikki av Guði.
48Jødarnir svaraðu og sőgdu við hann: Sigá vit ikki satt, at tú ert ein Sámáriubúgvi og hevir ein djevul?
49Jesus svaraði: Eg havi ongan djevul, heldur áeri eg faðir min, og tit vánvirðá meg.
50Men eg søki ikki min egná heiður; ein er, ið søkir hann og dømir.
51Sánniligá, sanniliga, sigi eg tykkum, um nakar varðveitir orð mítt, hann skál áldrin um aevir skoðá deyðán.
52Jødarnir sőgdu við hann: Nú vita vit, at tú hevir ein djevul. Ábraham doyði og prof etárnir, og tú sigir: um nakar varðveitir orð mítt, hann man áldrin um ævir smákká deyðán.
53Mant tú vera meiri enn faðir okkara Ábraham, sum doyði? og profetarnir doyðu! hvonn gert tú teg tjáivan til?
54Jesus svaraði: Um egheiðrimeg sjálvan, tá er heiður min einki; tað er faðir min, ið heiðrár meg, hann sum tit siga er tykkara Gud,
55Og tit kenna hann ikki, men eg kenni hann. Og um eg segði, at eg ikki kendi hann, tá hevði eg verið lygnari líkur tykkum; men eg kenni hann og goymi hansara orð.
56Ábranam, faðir tykkara, gleddi seg almikið til at síggia min dag, og hann sá hann og varð gláður.
57Tá sőgdu Jødarnir við hann: Tú ert enn ikki flmti ara gamal og tú hevir sæð Ábraham!
58Jesus segði við teir: Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, áður enn Ábraham varð, eri eg.
59Tá tóku teir upp steinar til at kasta á hann; men Jesus hevði seg burtur og fór út úr halgidominum.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in