Jóhannesar Evangelium 12
12
12 KAPITUL.
1JESUS kom nú sex dagar fyri pátkirnar til Betániu, hvar Lázarus var, hann sum Jesus reisti upp frá deyðum.
2Har gjőrdu teir nú honum eina kvőldveitslu, og Marta gekk fyri borðum, men Lázarus var ein av teimum, ið sótu til borðs við honum.
3Maria tók tá eitt pund av óblandaðum og ógviliga dyrum nardns-smyrsli og smurdi Jesusar føtur og turkaði føtur hansara við hárlokkum sínum; men húsið fyltist av smyrslaroykinum.
4Men Júdas Ískarjot, ein av hansara lærisveinum, tann sami sum seinni sveik hann, sigir:
5Hvi varð ikki hetta smyrslið selt fyri tryhundráð denáriár#si káp 6, 7. og givið fátækum fólki?
6Men hetta segði hann ikki, ti at hann var umhyggin um tey fátæku, men ti at hann var tjóvur og hevði pengákistilin og tók tað, sum í hann varð lagt.
7Tá segði Jesus: Lat tú hana vera, hon hevir goymt tað til min gravleggingar dag.
8Ti tey fatæku hava tit altíð hjá tykkum, men meg hava tit ikki altíð.
9Nú fekk hin stóri flokkurin av Jødunum at vita, at hann var har, og teir komu, ikki bert fyri Jesusar skuld, men eisini til at siggja Lázarus, sum hann hevði reist upp frá deyðum.
10Men hővuðsprestarnir samráddust um at taka eisini Lázarus av dőgum,
11Ti at nógvir av Jødunum vegna hansara fóru og trúðu á Jesus.
12Dagin eftir var tað ein stórur mannaflokkur, ið komin var til hőgtiðina, sum, tá ið teir frættu, at Jesus kom til Jerúsalems,
13Tók pálmaviðargreinir og fór út at møta honum, og teir rópaðu: Hosanna, vaelsignaður veri hann, sum kemur í navni Harrans, tann Israels kongur.
14Men Jesus fann eitt esilsfyl og setti seg á tað, sum skrivað stendur:
15Ottast ikki, dóttir Sion, sí kongur tin kemur, sitandi á esilsfyli.
16Hetta skildu lærisveinar hansara ikki í fyrstuni; men tá ið Jesus var vorðin dyrmettur, tá rann teimum í huga, at hetta var skrivað um hann, og at teir hővdu gjőrt hetta við hann.
17Tann mannaflokkurin, ið var við honum, vitnaði tá, at hann hevði kallað Lázarus út úr grðvini og reist hann upp frá deyðum.
18Tess vegna fór eisini mannafiokkurin út ímóti honum, tí at tey frættu, at hann hevði gjőrt hetta jarteknið.
19Fariseararnir sőgdu tá hvőr við annan: Tit siggja, at tað kemur einki á skaftið hjá tykkum; sí, hvőrt mannabarn er farið at elta hann.
20Men har vóru nakrir Grikklandsmenn millum teirra, ið fóru niðan at tilbiðja á hőgtíðini.
21Hesir fóru nú til Filippusar, hann sum var úr Betsáidu í Gálíleu, og bóðu hann og sőgdu: Harri, vit vilja fegin siggja Jesus.
22Filippus kemur og sigir tað við Andrias; Andrias og Filippus koma og siga tað við Jesus.
23Men Jesus svarar teimum og sigir: Timin er komin, at mansins sonur skal dýrgerast.
24Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum, um hveitikornið ikki fellur í jőrðina og doyr, verður tað einsamalt; men doyr tað, her tað miklan ávőxt.
25Hann, ið elskar lív sítt, missir tað, og hann, ið hatar lív sítt í hesum heimi, man varð-veita tað til ævigt lív.
26Um nakar tænir mær, tá fylgi hann mær, og har hvar eg eri, har skal eisini min tænari vera; um nakar tænir mær, man faðirin æra hann.
27Nú er sál min í angist; og hvat skal eg siga? faðir, frelsa tú meg út frá hesum tímanum? Tó, tí eri eg komin til henda tíman.
28Faðir, dyrmet navn títt! Tá kom ein rodd avhimlinum: Bæði havi eg dýrmett og man eg seinnameiri dýrmeta tað.
29Tá segði mannaflokkurin, ið stóð har og hoyrdi tað, at toran hevði gingið; aðrir sőgdu: Tað er ein eingil, ið hevir talað við hann.
30Jesus svaraði og segði: Ikki fyri mina skuld er henda rodd komin, men fyri tykkara.
31Nú gongur dómur yvir henda heim; nú verður hővdingin yvir hesum heimi kastaður út;
32Og eg man, tá ið eg eri upphavdur frá jőrðini, draga allar til min.
33Men hetta segði hann fyri at kunngera, hvat deyða hann varð at doyggja.
34Mannafiokkurin svaraði honum tá: Vit hava hoyrt úr lőgbókini, at Kristus skal verða í allar ævir; hvussu sigir tútá, at mannasonurin skal upphevj ast? hvőr er hesin manna sonurin?
35Tá segði Jesus við teir: Enn eina skamma stund er ljósið hjá tykkum; gangið, meðan tit hava ljósið, at ikki myrkur skal taka tykkum; og hann, ið gongur í myrkrinum, veit ikki, hvar hann fer.
36Meðan tit hava ljósið, so trúgvið á ljósið, at tit kunna verða ljósins born. Hetta talaði Jesus, og hann fór burtur og fjaldi seg fyri teimum.
37Men tó at hann hevði gjórt so nógv storverk fyri teirra eygum, trúðu teir tó ikki á hann,
38At tað orðið hjá Esajas profetinum skuldi ganga út, sum hann segði: „Harri, hvőr trúði tí, vit hava hoyrt? og fyri hvőrjum varð Harrans armur opinberaður?“
39Ti kundu teir ikki trúgva, tí at Esajas á őðrum staði hevir sagt:
40„Hann hevir blindað teirra eygu og hert teirra hjarta, at teir ikki skuldu síggja við eygunum og skilja við hjartanum og venda við, so at eg kundi grøða teir.“
41Hetta segði Esajas, tí at hann sá hansara dyrd og talaði um hann.
42Tó vóru tað kortini eisini av hovdingunum nógvir, ið trúðu á hann; men venga Farisearanna kendust teir ikki við tað, at teir ikki skuldu rekast út úr samfelaginum.
43Tí teir elskaðu manna heiður meir enn Guds heiður.
44Men Jesus rópaði og segði: Hann, ið tryr á meg, hann tryr ikki á meg, men á hann, ið meg sendi,
45Og hann, ið meg skoðar, skoðar liann, ið meg sendi.
46Eg eri komin sum ljós í heimin, at ein og livor, ið tryr á meg, ikki skal verða í myrkrinum.
47Og um nakar hoyrir mini orð og ikki goymir tey, so dømi ikki eg hann; tí eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin.
48Hann, ið meg forsmáar og ikki tekur við orðum minum, hann hevir ein, ið dømir hann; tað orðið, ið eg talaði, tað man døma hann á evsta degi.
49Tí eg havi ikki talað av mær sjálvum, men faðirin, ið meg sendi, hann hevir givið mær boð um, hvat eg skal siga og hvat eg skal tala.
50Og eg veit, at hansara boðorð er ævigt lív. Hvat eg tá tali, tað tali eg soleiðis, sum faðirin hevir sagt mær.
Currently Selected:
Jóhannesar Evangelium 12: FAO1908
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society