1
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:17-18
BÍBLIA
Tí at Guðs ríki er ikki eting og drekking, men rættvísi og friður og gleði í heilagum anda. Tí at tann, sum í hesum tænir Kristi, hann er Guði væl toknaður og fullroyndur millum manna.
Compare
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:17-18
2
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:8
Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:8
3
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:19
Latum okkum tí tráa eftir tí, sum fremur frið og felags uppbygging.
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:19
4
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:13
Latum okkum tí ikki longur døma hvør annan, men dømið heldur soleiðis, at tit ikki leggja ástoytingarstein ella meinboga fyri bróður tykkara.
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:13
5
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:11-12
Tí at skrivað stendur: «So satt sum eg livi, sigur Harrin, fyri mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal lova Guði.» So skal tá ein og hvør okkara gera Guði roknskap fyri sjálvan seg.
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:11-12
6
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:1
Takið at tykkum tann, sum er veikur í trúnni, uttan at tit halda dóm um hugsanir hansara.
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:1
7
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:4
Hvør ert tú, sum dømir ein fremmandan tænara? Hann stendur ella fellur fyri sínum egna harra; men hann skal verða standandi, tí at Guð er mentur at lata hann standa.
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 14:4
YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy
Home
Bible
Plans
Videos