Jóhannesar Evangelium 4
4
4 KAPITUL.
1TÁ ið Jesus nú fekk tað at vita, at Fariseararnir hővdu frætt: Jesus gerfleiri lærisvein-ar og doypir fleiri enn Jóhannes—
2Tó at tað ikki var Jesus sjálvur, sum doypti, men lærisveinar hans—
3So rymdi hann úr Júdeu og fór burtur, aftur til Galllou.
4Men hann varð at ferðast um Samáriu.
5Hann kemur nú til eina bygd í Samáriu, ið kallast Sykar, nær ti akurlendi, sum Jákup hevði givið syni sínum Jósef.
6Men har var Jákups keldubrunnur. Møddur av gðnguni sat Jesua nú so búgvin við kelduna; tað var um tann ssetta timan.
7Ein kona úi Samáriu kemur eftir vatni. Jesus sigir við hana: Gev mær at drekka.
8Ti lærisveinar hans vóru faynir av stað inn í bygdina at keypa mat.
9Samariukontú sigir við hann: Hvussu ber tað til, attú, ein Jødi, biður meg, eina Samáriukonu, um drykk?
10Jesus svaraði og segði við hana: Um tú kendi Guds g av u, og hvőr hann er, ið sigir við teg: gev mær at drekka! so mundi tú biðið hann, og hann hevði givið tær livandi vatn.
11Konan sigir við hann: Harri, tú hevir einki ílat, og brunnurin er djúpur. Hvaðani hevir tú tað livandi vatnið?
12Tú ert tá ikki meiri maður enn faðir okkara Jákup, sum gav okkum brunnin? og sjálvur drakk hann úr honum Og bðrn hansara og smali hansara.
13Jesus svaraði og segði við hana: Ein og hvőr, ið drekkur av hesum vatni, man tyrsta uppaftur;
14Men hann, sum drekkur av ti vatni, sum eg man geva honum, man ikki tyrsta aftur í allar ævir, men tað vatnið, sum eg man geva honum, verður í honum ein kelda við vatni, sum vellir fram til ævigt lív;
15Kðnan sigir við hann Harri, gev mær hetta vatnið, at eg ikki skal kenna mær tosta elia noyðast higar eftir vatni.
16Hann sigir við hana: Far og rópa mann tin og kom higar.
17Konan svaraði og segði: Eg eigi ongan mann. Jesus sigir við hana: Tað segði tú satt: eg eigi ongan mann.
18Ti flmm menn hevir tú att, og hann, ið tú nú hevir, er ikki maður tin; tað segði tú satt.
19Konan sigir við hann: Harri, eg síggi, at tú ert ein profetur.
20Fedrar okkara hava tilbiðið á hesum ijallinum her; og tit siga, at Jerúsalem er staðurin, hvar menn eiga at tilbiðja.
21Jesus sigir við hana: Trúgv mær, kvinna, at tann stund kemur, tá ið tað hvőrki verður á hesum fjalli elia í Jerúsalem, at tit tilbiðja faðirin.
22Tit tilbiðja tað, ið tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, ið vit kenna, ti sálarhjálpin kemur frá Jødunum.
23Men tann stund kemur, ja er longu, tá ið teir, ið tilbiðja uppá sannan mata, munu tilbiðjafaðiriní anda og sannleika; ti júst faðirin søkir slíkar, ið tilbiðja hann uppáhenda matan.
24Gud er andi, og teir, iðhann tilbiðja, eiga at tilbiðja í anda og sannleika.
25Konan sigir við hann: Eg veit, at tað kemur ein Messías (tað sigir: Kristus t.e. salvaðui); tá ið hann kemur, man hann kunngera okkum alt.
26Jesus sigir við hana: Tað eri eg, hann suoi við teg talar.
27Og í sama bili komu lærisveinar hans, og teir undraðust á, at hann talaði við einakvinnu. Tó segði eingin: Hvat spyrt tú um, elia hvat talar tú við hana?
28Konan setti nú eftir vatnsker sítt og fór av stað inn í bygdina, og hon sigir við bygdarfólkið:
29Komið higar og síggið ein mann, sum hevir sagt mær alt, hvat ið eg havi gjórt; man ikki hesin sami vera Kristus?
30Tey fóru úr bygdini og komu gangandi til hansara.
31Tess ámillum bóðu hang lærisveinar hann og sőgdu: Rabbi, et!
32Men hann segði við teir: Eg havi føðslu at eta, sum tit ikki kenna.
33Lærisveinarnir sőgdu tá sin ámillum: Har man tó ikki vera nakar, ið hevir borið honum at eta?
34Jesus sigir við teir: Mín matur er at gera hans vilja, ið meg sendi, og at fullkoma hans geming.
35Siga tit ikki: enn eru fyra manaðir og so kemur akurskurðurin? Si, eg sigi tykkum: havið upp eygu tykkara ogsíggið akrarnar, at teir eru hvítir til skurðar.
36Sknrðarmaðurin fær eisim longu løn og samlar av őxt til ævigt lív, til tess at bæði sáðmaðurin og skurðarmaðurin í felag mega gleðast.
37Ti her er tað orðtakið tað sanna: „ein sáar, ein annar sker.“
38Eghavi sent tykkum ut at skera tað, sum tit ikki hava starvast við; aðrir hava haft stárvið, og tit eru komnir upp í starv teirra.
39Men úr teirri somu bygdini vóru nógvir av Samármmonnum, sum trúðu á hann av orði kvinnunnar, tá ið hon vitnaði: Hann hevir sagt mær alt, hvat ið eg havi gjőrt.
40Tá ið nú Stmáriumenninir komu til hansara, bóðu teir hann gista hjá teimum; og hann dvaldi har tveir dagar.
41Og nógv fleiri fingu trúgv av hansara orðum;
42Og við konuna sőgdu teir: Tað er ikki longur av tíni talu, vit trúgva; ti sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin er sanniliga heimsins frelsari.
43Men tá ið hesir báðir dagarnir vóru umlidnir, fór hann burtur haðani til Gálíleu.
44Ti Jesus vitnaði sjálvur, at ein profetur hevir ikki virði í sínum egna fosturlandi.
45Tá ið hann nú kom til Gálíleu, tóku Gálíleumenn, sum hővdu sæð alt tað, ið hann hevði gjőrt í Jerusalem á hőgtíðini, við honum; ti eisini teir vóru komnir til hőgtíðina.
46Hann kom nú uppaftur til Kana í Gálileu, har sum hann hevði gjőrt vatnið til vín. Men í Kápernaum var ein kongligur embætismaður, og lá sonur hansara sjúkur.
47Tá ið hann frætti, at Jesus var kom in úr Júdeu til Gálílei; fór hann av stað til hansara, og hann bað hann koma oman Og geva syni sínum heilsubót; ti hann lá í andaleypi.
48Jesus segði tá við hann: Tit trúgva ikki, utan tit síggja jartekn og stórverk.
49Embætismaðurin sigir við hann: Harri, kóm oman, áðrenn barn mítt doyr.
50Jesus sigir við hann: Far tú, sonur tin livir. Maðurin trúði ti orði, ið Jesus segði við hann, og hann fór.
51Men longu meðan hann var á leiðini heimeftir, møttu húskallarnir honum og bóru honum boð, at drongur hansara livdí.
52Hann spurdi teir tá um tíman, tá ið hann revsaðist við aftur. Teir sőgdu tá við hann: ígjár um tann sjeynda tíman fór hitasóttin av honum.
53Tá merkti faðirin, at tað var um tann tíman, tá ið Jesus hevði sagt við hann: sonur tin livir; og hann sjálvur og alt hansara húsfólk trúði.
54Hetta var annað jarteknið, sum Jesus uppaftur gjőrdi, tá ið hann var komin úr Júdeu til Gálíleu.
Àwon tá yàn lọ́wọ́lọ́wọ́ báyìí:
Jóhannesar Evangelium 4: FAO1908
Ìsàmì-sí
Pín
Daako
Ṣé o fẹ́ fi àwọn ohun pàtàkì pamọ́ sórí gbogbo àwọn ẹ̀rọ rẹ? Wọlé pẹ̀lú àkántì tuntun tàbí wọlé pẹ̀lú àkántì tí tẹ́lẹ̀
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society