1
Evangeliið eftir Jóhannes 15:5
BÍBLIA
Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.
Primerjaj
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:5
2
Evangeliið eftir Jóhannes 15:4
Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:4
3
Evangeliið eftir Jóhannes 15:7
Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:7
4
Evangeliið eftir Jóhannes 15:16
Ikki tit hava útvalt meg; men eg havi útvalt tykkum, og eg havi sett tykkum til tess, at tit skulu fara og bera ávøkst, og at ávøkstur tykkara skal vara við, til tess at faðirin skal geva tykkum, hvat tit so biðja hann um í navni mínum.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:16
5
Evangeliið eftir Jóhannes 15:13
Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:13
6
Evangeliið eftir Jóhannes 15:2
Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:2
7
Evangeliið eftir Jóhannes 15:12
Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:12
8
Evangeliið eftir Jóhannes 15:8
Av hesum verður faðir mín gjørdur dýrmettur, at tit bera miklan ávøkst, og tit verða lærusveinar mínir.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:8
9
Evangeliið eftir Jóhannes 15:1
«Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:1
10
Evangeliið eftir Jóhannes 15:6
Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og følnar: tey henta tær saman og kasta tær í eldin, og tær brenna.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:6
11
Evangeliið eftir Jóhannes 15:11
Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:11
12
Evangeliið eftir Jóhannes 15:10
Halda tit boð míni, tá verða tit verandi í kærleika mínum, líkasum eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:10
13
Evangeliið eftir Jóhannes 15:17
Hetta bjóði eg tykkum, at tit skulu elska hvør annan.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:17
14
Evangeliið eftir Jóhannes 15:19
Vóru tit av heiminum, tá hevði heimurin elskað sítt egna. Men av tí at tit ikki eru av heiminum, men eg havi útvalt tykkum úr heiminum, tess vegna hatar heimurin tykkum.
Explore Evangeliið eftir Jóhannes 15:19
Domov
Sveto pismo
Bralni načrti
Videoposnetki