Genesis 4
4
Káin og Ábel
1Og Ádam kendi konu sína Evu; og hon varð við barn og føddi Káin og mælti: «Mansbarn hevur mær ognast við Harrans hjálp!» 2Síðan føddi hon øðrum sinni bróður hansara Ábel. Og Ábel varð seyðamaður, men Káin varð jarðyrkismaður. 3Og nakað aftaná bar Káin Harranum offurgávu av tí, sum jørðin hevði givið av sær. 4Men eisini Ábel ofraði av tí frumgitna úr fylgi sínum, av fiti tess. Harrin leit við tokka til Ábels og gávu hans; 5men til Káins og gávu hans leit hann ikki við tokka. Hetta varð Káin ógvuliga illur um og gekk og lútaði við høvdinum. 6Tá segði Harrin við Káin: «Hví ert tú illur, og hví gongur tú og lútar við høvdinum? 7Tá ið tú gert tað, ið gott er, kanst tú treystliga hyggja upp; men tá ið tú ikki gert tað, ið gott er, tá liggur syndin fyri durunum og tráar eftir tær; men tú eigur at vinna á henni!» 8Men Káin øvundaði Ábel, bróður sín; og einaferð, tá ið teir vóru úti í bønum, ráddist Káin á Ábel og drap hann.
9Tá segði Harrin við Káin: «Hvar er Ábel, bróðir tín?» Hann svaraði: «Tað veit eg ikki; eigi eg at varða um bróður mín?» 10Men hann segði: «Hvat hevur tú gjørt? Hoyr, blóð bróður tíns rópar til mín frá jørðini! 11Nú skalt tú verða bannaður burtur frá akurlandinum, sum læt upp munn sín og drakk blóð bróður tíns av hond tíni! 12Tá ið tú dyrkar jørðina, skal hon ikki longur geva tær av gróðrarmegi síni; flýggjandi skalt tú flakka um jørðina!» 13Tá segði Káin við Harran: «Misgerð mín er mær ov tung at bera! 14Sí, nú rekur tú meg burtur av akurlandinum, og eg verði at krógva meg fyri tær og má flýggjandi flakka um jørðina, og hvør tann, ið hittir meg, kann drepa meg!» 15Men Harrin segði við hann: «Nei, um Káin verður dripin, tá skal hann sjey ferðir hevndur verða!» Og Harrin setti merki á Káin, til tess at ikki hvør tann, ið hitti hann, skuldi drepa hann. 16Síðan fór Káin burtur frá ásjón Harrans og settist niður í landinum Nod fyri eystan Eden.
Ætt Káins
17Káin kendi konu sína; og hon varð við barn og átti Hánok. Hann bygdi borg og kallaði hana Hánok eftir syni sínum. 18Og Hánoki føddist Írad, og Írad gat Mehújael, Mehújael gat Metúsjael, og Metúsjael gat Lamek. 19Og Lamek tók sær tvær konur, onnur æt Ada og hin Zilla. 20Ada átti Jábal; hann varð ættfaðir teirra, sum búgva í tjøldum og eiga fenað. 21Bróðir hansara æt Júbal; hann varð ættfaðir alra teirra, sum leika hørpu og ljóðpípu. 22Zilla átti eisini son, Túbal-Káin; hann varð ættfaðir alra teirra, sum smíða úr kopari og jarni. Systir Túbal-Káins æt Náama. 23Tá mælti Lamek við konur sínar Adu og Zillu: «Hoyrið meg, konur Lameks! Gevið orðum mínum ljóð: Mann vá eg fyri hvørt sár mítt og ungmenni fyri hvørja skeinu, sum eg fekk. 24Varð Káin sjey ferðir hevndur, tá skal Lamek sjeyti og sjey ferðir hevndur verða.»
Set
25Og Ádam kendi aftur konu sína; og hon átti son og nevndi hann Set; «tí,» segði hon, «Guð hevur sett mær avkom í stað Ábels, sum Káin drap.» 26Og Seti varð eisini føddur sonur, og hann nevndi hann Enosj. Um tað mundið fóru menn at ákalla navn Harrans.
Выбрано:
Genesis 4: FB
Выделить
Поделиться
Копировать
Хотите, чтобы то, что вы выделили, сохранялось на всех ваших устройствах? Зарегистрируйтесь или авторизуйтесь
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society