Jóhannesar Evangelium 21:15-17
Jóhannesar Evangelium 21:15-17 FAO1908
Tá ið teir nú hővdu hildið máltíð, sigir Jesus við Símun Pætur: Símun Jóhannesson, elskar tú meg meira enn hesir? Hann sigir við hann: Ja, harri, tú veitst, at eg eri góður við teg. Hann sigir við hann: Føð lomb mini! Hann sigir uppaftur við hann á óðrum sinni: Símun Jóhannesson, elskar tú meg? Hann sigir við hann: Ja, harri, tú veitst, at eg eri góður við teg. Hann sigir við hann: Ver hirðir hjá seyði minum! Hann sigir við hann á triðja sinni: Símun Jóhannesson, elskar tú meg? Pæturi tyktist nógv um, at hann segði tað við seg á triðja sinni: elskar tú meg? og hann sigir við hann: Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg elski teg Hann sigir við hann: Føð seyð min!