1
Genesis 15:6
BÍBLIA
Tá trúði Ábram Harranum; og hann roknaði honum tað til rættlætis.
နှိုင်းယှဉ်
Genesis 15:6ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
2
Genesis 15:1
Eftir hesar tilburðir kom orð Harrans til Ábrams í sjón soljóðandi: «Ábram, óttast ikki; eg eri skjøldur tín, løn tín skal verða ovurmikil!»
Genesis 15:1ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
3
Genesis 15:5
Síðan leiddi hann hann út á víðavang og mælti: «Lít upp móti himni og vita, um tú fært talt stjørnurnar har!» Og hann segði: «So fjølmangt skal avkom títt verða.»
Genesis 15:5ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
4
Genesis 15:4
Tá kom orð Harrans til hansara soljóðandi: «Ikki skal hesin arva teg; men tann, sum av tær verður gitin, hann skal arva teg!»
Genesis 15:4ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
5
Genesis 15:13
Og hann segði við Ábram: «Vita skalt tú, at eftirkomarar tínir skulu búgva í útisetri í landi, sum ikki er teirra; og har skulu teir verða trælkaðir og kúgaðir í fýra hundrað ár.
Genesis 15:13ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
6
Genesis 15:2
Men Ábram svaraði: «Harri drottin, hvat skalt tú geva mær, tá ið eg kortini má fara barnleysur burtur, og Eliezar, maður úr Dámaskus, fer at arva meg?»
Genesis 15:2ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
7
Genesis 15:18
Á tí degi gjørdi Harrin sáttmála við Ábram og mælti: «Tínum eftirkomarum gevi eg hetta landið, frá Egyptalands á og alt at stóránni, ánni Eufrat
Genesis 15:18ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
8
Genesis 15:16
Og fjórða ættarlið skal koma aftur higar, tí syndamát Ámorita er enn ikki fult.»
Genesis 15:16ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
ပင်မစာမျက်နှာ
သမ္မာကျမ်းစာ
အစီအစဉ်များ
ဗီဒီယိုများ