Men tá ið konan sá, at hon ikki var duld, kom hon piprandi og fell niður fyri hann og segði frá, so alt fólkið hoyrdi, av hvørji grund hon hevði nomið við hann, og hvussu hon í somu stund var vorðin frísk. Men hann segði við hana: «Dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg. Far tú í friði!»