Evangeliið eftir Lukas 7:7-9
Evangeliið eftir Lukas 7:7-9 FB
Tí helt eg meg sjálvan heldur ikki verdan at koma til tín; men sig tað við einum orði, so verður drongur mín frískur. Tí at eg eri sjálvur ein maður, ið standi undir yvirmonnum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: «Far!» so fer hann; og við ein annan: «Kom!» so kemur hann; og við húskall mín: «Ger hetta!» so ger hann tað.» Men tá ið Jesus hoyrdi hetta, undraðist hann á hann; og hann vendi sær á og segði við mannamúgvuna, sum fylgdist við honum: «Tað sigi eg tykkum: Ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið so mikla trúgv.»