Tí hvat man maður kunna geva sum viðurlag fyri sál sína? Tí at tann, ið skammast við meg og orð míni í hesi trúleysu og syndafullu slekt, av honum skal menniskjusonurin skammast, tá ið hann kemur í dýrd faðirs síns við heilagum einglum.» 9,1 Og hann segði við tey: «Sanniliga sigi eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja Guðs ríki vera komið við kraft.»