1
Evangeliið eftir Lukas 6:38
BÍBLIA
Gevið, tá skal tykkum verða givið; eitt gott, stappað, stungið, høgrokað mál skulu tey geva tykkum í fang; tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált.»
Bera saman
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 6:38
2
Evangeliið eftir Lukas 6:45
Góður maður ber gott fram úr hjartans góðu goymslum sínum, og illur maður ber ilt fram úr sínum illu goymslum; tí at muður hansara mælir tað, sum hjartað er fult av.
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 6:45
3
Evangeliið eftir Lukas 6:35
Nei, elskið fíggindar tykkara, og gerið væl og lænið, uttan at vænta at fáa nakað afturfyri, og mikil skal tá verða løn tykkara, og tit skulu verða børn hins hægsta; tí at hann er góður við tey ótakksomu og illu.
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 6:35
4
Evangeliið eftir Lukas 6:36
Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 6:36
5
Evangeliið eftir Lukas 6:37
Og dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd. Og fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd. Umberið, tá skal tykkum verða umborið.
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 6:37
6
Evangeliið eftir Lukas 6:27-28
Men tykkum, sum á meg lýða, sigi eg: «Elskið fíggindar tykkara, gerið væl móti teimum, ið hata tykkum; vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum, og biðið fyri teimum, sum illkenna tykkum.
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 6:27-28
7
Evangeliið eftir Lukas 6:31
Og eins og tit vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini somuleiðis gera móti teimum.
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 6:31
8
Evangeliið eftir Lukas 6:29-30
Slær onkur teg undir annan vangan, tá bjóða honum eisini hin; og tekur onkur kappa tín, tá meina honum ikki at taka kyrtilin við. Gev hvørjum, sum biður teg; og tann, sum tekur tað, sum títt er, skalt tú ikki krevja eftir tí.
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 6:29-30
9
Evangeliið eftir Lukas 6:43
Tí einki gott træ er til, sum ber ringa frukt; og heldur einki ringt træ er til, sum ber góða frukt.
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 6:43
10
Evangeliið eftir Lukas 6:44
Tí at hvørt eitt træ kennist av síni egnu frukt; tí at tey henta ikki fikur av tornum, og heldur ikki heysta tey vínber av tornarunni.
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 6:44
Heim
Biblía
Áætlanir
Myndbönd