1
Evangeliið eftir Lukas 10:19
BÍBLIA
Sí, eg havi givið tykkum vald til at traðka á ormar og drekar og á alt fíggindans veldi, og einki skal verða tykkum at minsta meini.
Bera saman
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 10:19
2
Evangeliið eftir Lukas 10:41-42
Men Harrin svaraði og segði við hana: «Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.»
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 10:41-42
3
Evangeliið eftir Lukas 10:27
Men hann svaraði og segði: «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.»
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 10:27
4
Evangeliið eftir Lukas 10:2
Og hann segði við teir: «Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 10:2
5
Evangeliið eftir Lukas 10:36-37
Hvør av hesum trimum tykist tær er vorðin næsti hansara, sum fallin var í ránsmannahendur?» Men hann segði: «Tann, sum gjørdi miskunnarverk ímóti honum.» Og Jesus segði við hann: «Far tú og ger so við!»
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 10:36-37
6
Evangeliið eftir Lukas 10:3
Farið! Sí, eg sendi tykkum út eins og lomb mitt ímillum úlva.
Njòttu Evangeliið eftir Lukas 10:3
Heim
Biblía
Áætlanir
Myndbönd