1
Evangeliið eftir Jóhannes 13:34-35
BÍBLIA
Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.»
Bera saman
Njòttu Evangeliið eftir Jóhannes 13:34-35
2
Evangeliið eftir Jóhannes 13:14-15
Tá ið nú eg, harrin og meistarin, havi tváað føtur tykkara, tá eiga eisini tit at tváa hvør annan um føturnar. Tí at eg havi givið tykkum eitt fyridømi, til tess at líkasum eg gjørdi við tykkum, soleiðis skulu eisini tit gera.
Njòttu Evangeliið eftir Jóhannes 13:14-15
3
Evangeliið eftir Jóhannes 13:7
Jesus svaraði og segði við hann: «Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú; men seinni skalt tú skilja tað.»
Njòttu Evangeliið eftir Jóhannes 13:7
4
Evangeliið eftir Jóhannes 13:16
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki er ein húskallur størri enn húsbóndi hansara; ikki heldur er eitt sendiboð størri enn tann, ið sendi tað.
Njòttu Evangeliið eftir Jóhannes 13:16
5
Evangeliið eftir Jóhannes 13:17
Skilja tit hetta, eru tit sælir, um tit gera tað.
Njòttu Evangeliið eftir Jóhannes 13:17
6
Evangeliið eftir Jóhannes 13:4-5
tá reisist hann frá kvøldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein líndúk og bant hann um seg. So stoytir hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við.
Njòttu Evangeliið eftir Jóhannes 13:4-5
Heim
Biblía
Áætlanir
Myndbönd