Akara Njirimara YouVersion
Akara Eji Eme Ọchịchọ

Genesis 13

13
Ábram og Lot skiljast
2Ábram átti nú almiklan eyð bæði av fenaði og í gulli og í silvuri. 3Hann flutti nú sunnaneftir so við og við alt at Betel, hagar ið hann á fyrsta sinni hevði sett upp tjald sítt millum Betel og Ai, 4á tann stað, har sum hann áður hevði reist altarið. Har ákallaði Ábram navn Harrans. 5Lot, ið fylgdist við Ábrami, átti eisini smalur og stórdýr og tjøld. 6Men landið var teimum ikki nóg stórt til, at teir kundu búgva saman; tí at fylgi teirra vóru so stór, at teir ikki fingu búð saman. 7Tá fóru hirðar Ábrams og hirðar Lots upp at klandrast – tá búðu Kánáanitar og Perezitar í landinum – 8Men Ábram segði við Lot: «Hoyr tú, eingin ósemja skal vera okkara millum og millum hirða okkara, tí at vit eru jú frændur. 9Liggur ikki alt landið opið fyri tær? Skilst tú heldur við meg! Vilt tú fara til vinstru handar, so fari eg til høgru; og vilt tú fara til høgru handar, so fari eg til vinstru.» 10Tá leit Lot seg um og sá, at allur Jórdanslættin var land eins og aldingarður Harrans, eins og Egyptaland alt at Zoar – tað var áður enn Harrin hevði avoytt Sódomu og Gómorru. 11Og Lot kjósaði sær allan Jórdanslættan. Síðan helt hann leiðini eystureftir; og soleiðis skildust teir. 12Ábram settist niður í Kánáanlandi; men Lot settist niður í borgunum á Jórdanslættanum og flutti um í tjøldum alt at Sódomu. 13Men menninir í Sódomu vóru vándir og stórir syndarar fyri Harranum.
Harrin tekur upp aftur heiti sítt
14Og Harrin segði við Ábram, eftir at Lot hevði skilt seg við hann: «Hav upp eygu tíni og lít teg um, haðan sum tú stendur, norðureftir og suðureftir, eystureftir og vestureftir, 15tí at alt landið, sum tú sært, skal eg geva tær og eftirkomarum tínum um allar ævir. 16Eg skal gera avkom títt eins og dustið á jørð, so at tað ikki kann teljast, heldur enn nakar kann telja dustið á jørð. 17Statt nú upp og far um alt landið bæði tvørturum og eftir longdini; tí at tær gevi eg tað!» 18Síðan flutti Ábram um í tjaldi; og hann kom og búsettist í Mamrelund, sum er í Hebron; har bygdi hann Harranum altar.

Nke Ahọpụtara Ugbu A:

Genesis 13: FB

Mee ka ọ bụrụ isi

Kesaa

Mapịa

None

Ịchọrọ ka echekwaara gị ihe ndị gasị ị mere ka ha pụta ìhè ná ngwaọrụ gị niile? Debanye aha gị ma ọ bụ mee mbanye