Elskið ikki heimin, ikki heldur teir lutir, sum eru í heiminum. Um einhvør elskar heimin, tá er faðirsins kærleiki ikki í honum. Tí at alt tað, sum er í heiminum, holdsins lyst og eygnanna lyst og lívsins dramblæti, tað er ikki frá faðirinum, men frá heiminum.