Seinnameiri bar so á, at kona húsbónda hans rendi eygum at Jósefi og segði við hann: «Kom og legg teg hjá mær!» Men hann bar seg undan og segði við konu húsbónda síns: «Sí, húsbóndi mín hyggur ikki eftir mær í nøkrum í húsinum, og alt, sum hann eigur, hevur hann litið mær upp í hendur; hann hevur ikki meiri vald her í húsinum enn eg, og ikki hevur hann synjað mær nakað uttan eina teg, av tí at tú ert kona hansara; hvussu kann eg tá gera hesa miklu misgerð og synda móti Guði?»