Men Guð hoyrdi sveinin; og eingil Harrans rópaði av himni á Hágar og segði við hana: «Hvat bagir tær Hágar? Óttast ikki, tí at Guð hevur hoyrt rødd sveinsins, har sum hann liggur! Far og tak sveinin upp og hav hann í góðari varðveitslu, tí at eg skal gera hann til mikla tjóð!»