YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Matteus 28:12-15

Evangeliið eftir Matteus 28:12-15 FB

Og tá ið teir vóru komnir á fund saman við hinum elstu, hildu teir ráð saman, og teir góvu hermonnunum væl av peningi og søgdu: «Sigið: «Lærusveinar hansara komu á náttartíð og stjólu hann, meðan vit svóvu.» Og um so verður, at landshøvdingin fær hetta at frætta, so skulu vit tala hann til sættis og halda tykkum sakleysar.» Men teir tóku peningarnar og gjørdu sum teir vóru lærdir. Og hesi tíðindi eru komin út millum Jødanna líka til dagin í dag.

Video for Evangeliið eftir Matteus 28:12-15