Evangeliið eftir Lukas 4:9-12
Evangeliið eftir Lukas 4:9-12 FB
Og hann fór við honum inn í Jerúsalem og setti hann upp á tindin á halgidóminum og segði við hann: «Um tú ert sonur Guðs, tá stoyt teg oman hiðani; tí at skrivað stendur: «Einglum sínum man hann geva boð um teg, at teir skulu varðveita teg, og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki skalt meiða fót tín á nøkrum steini.»» Og Jesus svaraði og segði við hann: «Tað hevur verið sagt: «Tú mást ikki freista Harran, Guð tín.»»