Hebrearabrævið 11:24-27
Hebrearabrævið 11:24-27 FB
Við trúgv vrakaði Móses, tá ið hann var tilkomin, tað at vera kallaður dóttursonur Fáraos, og valdi heldur at tola ilt saman við fólki Guðs, enn at hava eina stutta syndanjóting, við tað at hann helt vanvirðing Krists fyri størri ríkidømi enn gripir Egyptalands; tí at hann hugdi fram móti lønini. Við trúgv fór hann úr Egyptalandi og óttaðist ikki kongsins vreiði; tí at hann helt á, eins og sá hann hin ósjónliga.