Genesis 23
23
Sára andast
1Og Sára livdi eitt hundrað og tjúgu og sjey ár; so mangir vóru ævidagar hennara. 2Og Sára doyði í Kirjat-Arba – tað er Hebron – í Kánáanlandi. Og Ábraham fór innar at syrgja Sáru og gráta hana.
Sára verður grivin í hellinum við Makpela
3Síðan fór hann frá síni deyðu og mælti soleiðis við Hetitar: 4«Eg eri gestur og útiseti her hjá tykkum; gevið mær eitt jarðarstykki, so at eg kann fáa mína deyðu burtur frá mær og jarða hana.» 5Tá svaraðu Hetitar Ábrahami og søgdu við hann. 6«Lýð á okkum, harri! Høvdingur Guðs ert tú okkara millum; jarða tína deyðu í eini av okkara bestu grøvum; tí at eingin av okkum vil sýta tær grøv sína til at jarða tína deyðu í!» 7Men Ábraham reis og neig fyri íbúgvum landsins, fyri Hetitum, 8og talaði við teir svá: «Er tað tykkara vilji, at eg má fáa mína deyðu burtur frá mær og jarða hana, so hoyrið meg og talið mín vegna við Efron Zóharsson 9um at geva mær Makpela-hellið, ið liggur uttast í bø hansara; fyri fult virði skal hann geva mær tað sum gravstað tykkara millum.»
10Efron sat har millum Hetitanna, og Efron Hetiti mælti soleiðis við Ábraham, meðan Hetitar og allir, ið gingu inn um borgarlið hansara, lýddu á: 11«Nei, harri mín, lurta eftir mær! Jarðarstykkið gevi eg tær; og hellið, sum í tí er, gevi eg tær eisini: fyri ásjón frænda mína gevi eg tær tað; jarða tú tína deyðu!» 12Men Ábraham neig fyri íbúgvum landsins 13og talaði við Efron í hjástøðu teirra og segði: «Gævi tú vildi lurta eftir mær: Eg gjaldi tær fult virði fyri jørðina; tak við tí av mær, so at eg kann jarða mína deyðu har!» 14Tá svaraði Efron Ábrahami og segði: 15«Lurta eftir mær, harri mín! Jørð fyri fýra hundrað siklar í silvuri, hvat er tað hjá okkum báðum at tala um? Jarða tú bara tína deyðu!» 16Ábraham skilti Efron; og hann vigaði Efroni tað silvur, sum hann hevði nevnt í hjástøðu Hetita, fýra hundrað siklar í silvuri. 17Soleiðis kom jarðarstykki Efrons í Makpela áraka Mamre, jarðarstykkið og hellið, sum í tí var og øll trøini, sum allastaðni vuksu á tí, 18til at verða ogn Ábrahams í hjástøðu Hetita, frammi fyri øllum, sum gingu út og inn um borgarlið hansara. 19Síðan jarðaði Ábraham Sáru, konu sína, í hellinum í Makpela – jarðarstykki áraka Mamre – tað er Hebron – í Kánáanlandi. 20Soleiðis fekk Ábraham av Hetitum jarðarstykkið og hellið, sum á tí var, til leggstaðar.
Currently Selected:
Genesis 23: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society