Jesus svaraði: «Hitt fyrsta boðið er hetta: «Gev ljóð, Ísrael! Harrin, Guð vár, Harrin er ein. Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum og av øllum mátti tínum.» Annað er hetta: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.» Einki annað boð er størri enn hesi.»